Tórshavnar kommuna og Bústaðir stovna felagið til nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir hava gjørt við Dalavegin í Havn.
Tað skrivar Elsa Berg, borgarjstjóri í Havn.
Bústaðarfelagið er ein liður í ætlanini hjá hesi býráðssamgonguni um, at Tórshavnar kommuna skal vera ein rúmlig kommuna við bústaðarmøguleikum fyri øll.
–Tað er stórur tørvur á leigubústaðum, ikki minst inni í býnum, og tað ger tað átrokandi at fáa fleiri bústaðir. Við hesum bústaðarfelagnum fær kommunan ræði og ávirkan á eina verkætlan við 44 íbúðum.
Tórshavnar kommuna setir 20 mió. krónur í nýggja bústaðarfelagið, sigur hon.
– Hetta er ætlað sum fyrsta verkætlan av fleiri hjá nýggja bústaðarfelagnum, og at bústaðarfelagið seinni fer undir bygging av fleiri leiguíbúðum, serliga smærri og bíligari íbúðum.
– Hetta verður fyrsta almannagagnliga bústaðarfelag, sum verður stovnað í Føroyum, men hetta er væl kent í øðrum londum. Kommunan hevur eisini gjørt líknandi royndir, til dømis við Finsen, sum er ein væleydnað verkætlan, skrivar Elsa Berg.











