- Í dag kunnu vit fegnast um, at busssteðgiplássið loksins er veruleiki og verður tikið í nýtslu í morgin, hin 1. juli, sigur ein fegin borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen

Nýggjur og snøggur busslummi í Leynum

- Vit hava havt fleiri vandamiklar støður, bæði fyri ferðafólk og bilførarar. Hóast eingin er komin til skaða - tíbetur - hava fleiri skelkandi hendingar verið, ásannar borgarstjórin, sum fegnast um betraðu viðurskiftini

- Í dag kunnu vit fegnast um, at busssteðgiplássið loksins er veruleiki og verður tikið í nýtslu í morgin, hin 1. juli, sigur ein fegin borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen

- Nú sleppa ferðafólk loksins undan at ganga tvørtur um landsvegin fyri at koma í bussin hjá Bygdaleiðum, tá tey ferðast til og úr Leynum.

 

Kvívíkar kommuna hevur í longri tíð arbeitt fyri at fáa eitt trygt busssteðgipláss inni í Leynum.

 

- Vit sendu tí eina áheitan til Strandfaraskip Landsins og Landsverk um at broyta umstøðurnar, tí verandi steðgistað var als ikki nøktandi.

 

Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, vísir á, at her var einki veruligt busssteðgipláss, og ferðafólk vórðu tí noydd at ganga tvørtur um landsvegin, har nógv ferðsla er.

 

- Hetta skapti fleiri vandamiklar støður, bæði fyri ferðafólk og bilførarar. Hóast eingin er komin til skaða - tíbetur - hava fleiri skelkandi hendingar verið.

 

Hans Jóhann Sørensen sigur, at sum borgarstjóri - og ikki minst sum pápi - var hetta ein støða, sum hann ikki kundi góðtaka.

 

- Børn og onnur ferðafólk skulu kenna seg trygg, tá tey brúka Bygdarleiðir.

 

Tí arbeiddi Kvívíkar kommuna miðvíst fyri at fáa leið 100 lagda soleiðis um, at bussurin kundi koyra inn í Leynar og steðga á einum tryggum staði. 

 

- Vit vístu á eitt øki við Leynarvegin, umleið 300 metrar frá innkoyringini til bygdina, sum kommunan eigur, og sum var væl egnað til eitt nýtt busssteðgipláss.

 

Borgarstjórin sigur, at samstarvið við Landsverk og Strandfaraskip Landsins hevur verið gott, hóast arbeiðið hevur tikið nakað longri tíð enn vónað.

 

- Í dag kunnu vit tó fegnast um, at busssteðgiplássið loksins er veruleiki og verður tikið í nýtslu í morgin, hin 1. juli.

 

Sum liður í at betra um atkomuna hevur Kvívíkar kommuna við vælvild frá festara eisini gjørt eina gøtu millum Ovara Veg og busssteðgiplássið.

 

- Hetta hevur stytt leiðina munandi hjá teimum sum búgva í bygdini, og gøtan liggur væl í lendinum.

 

Tað gleðir borgarstjóran, at fólk í Leynum hava tikið væl ímóti gøtuni og longu hava gjørt hana til ein natúrligan part av bygdini. 

 

Hetta er eitt gott dømi um, hvussu gott samstarv millum kommunu og landsmyndugleikar kann skapa tryggari og betri umstøður fyri borgararnar.

 

- Trygdin hjá teimum, sum ferðast við Bygdaleiðum, er nú munandi betri enn áður, og tað kunnu vit øll fegnast um, sigur Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu.

 

- Í dag kunnu vit fegnast um, at busssteðgiplássið loksins er veruleiki og verður tikið í nýtslu í morgin, hin 1. juli, sigur ein fegin borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen