Nýggjur dómari verður í Klaksvík

Hann hevur nógvar royndir í lægru deildunum og í kvinnudeildini, men leygardagin fer hann fyri fyrstu ferð at døma í fremstu deildini

Allir dystirnir í 27. og síðsta umfari í bestu deildini verða leygardagin klokkan 15.15.

 

Í Klaksvík fáa meistararnir í KÍ vitjan av Skála, sum fyri síðstu ferð í hesum umfarinum fer at spæla í bestu deildini. Tað eru longu fleiri vikur síðani, at tað varð greitt, at Skála fór at enda á 10. plássi og harvið fór at flyta niður.

 

23. maður á vøllinum í Klaksvík leygardagin verður Áki Leitisstein Hansen. 39 ára gamli Áki, sum er ættaður úr Runavík og býr í Hoyvík, hevur verið dómari, síðani hann flutti aftur til Føroya eftir í fleiri ár at hava verið burturi í útbúgvingarørindum.

 

Í 2018 dømdi hann ein dyst í bestu kvinnudeildini, og síðani hevur hann regluliga verið dómari í 2. deild, U-21 deildini, 1. deild og bestu kvinnudeildini. Tilsaman hevur hann sambært faroesoccer.com dømt 80 dystir í hesum deildunum, umframt at hann hevur dømt nógv í ungdómsdeildunum.

 

Í morgin fer Áki Leitisstein Hansen fyri fyrstu ferð at royna seg sum 23. maður í fremstu røð. Hjálpardómarar í Klaksvík vera Andrew Christiansen og Andreas Petur Hansen. Fjórði dómari verður Petur Reinert.

 

-

 

27. umfar

 

Leygardagin 22. oktober

 

KÍ – Skála: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.15

 

Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.15

 

B68 – B36: Bjarki Danielsen kl. 15.15

 

07 Vestur – AB: Rúni Olsen kl. 15.15

 

HB – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.15

 

-

 

26242070774
Víkingur261745652455
HB261646532652
B362611510482838
EB/Streymur2610511315035
07 Vestur267712336028
AB268414326228
B68268315365027
NSÍ266317305621
Skála261718256010