Nýggjur flogvøllur í Grønlandi skjótt klárur

Trafikstyrelsen hevur í dag góðkent eina nýggja floghavnsfarstøð í Nuuk, sum skjótt er klár at taka ímóti ferðafólki

Nuuk Lufthavn kann eftir ætlan taka nýggju flogbreytina, sum er 2200 metrar til longdar, 28. november í ár. Myndin vísir farstøðina, sum Trafikstyrelsen hevur góðkent í dag (PR-foto). - Foto: Trafikstyrelsen (PR-foto)./Free

Beint nú er einki beinleiðis flogfar úr Danmark til grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk. Men tað verður skjótt broytt.

Tí danska Trafikstyrelsen hevur í dag góðkent, at nýggja flogvallarfarstøðinn í Nuuk, lýkur treytirnar fyri flogferðslutrygd.

Tað skrivar Trafikstyrelsen í tíðindaskrivi.

Tað merkir, at farstøðin skjótt er klár at lata upp fyri fyrstu ferðafólkunum, skrivar stýrið.

~Eg eri fegin um, at tað er eydnast at røkka hesum týdningamikla vegamóti í grønlendskari flogvallarverkætlan, sigur varastjórin í Trafikstyrelsen, Christian Vesterager í tíðindaskrivinum.

Reglurnar snúgva seg bæði um grønlendskar, evropiskar og altjóða reglur fyri flogferðslutrygd.

– Tað hevur verið ein krevandi og trupul uppgáva at góðkenna allar securityfyriskipanirnar í nýggju farstøðini, sigur Christian Vestager.

Tað er framvegis so, at um tú skalt flúgva úr Keypmannahavn til Nuuk, so skalt tú flúgva umvegis Kangerlussuaq.

Men bæði í Nuuk og Ilulissat er Kalaallit Airports International A/S í ferð við at byggja nýggjar og longri lendingarbreytir, sum skulu kunna taka stóru flogførini, sum flúgva um Atlantshavið.

Ætlanin var, at báðir vøllirnir skuldu verið lidnir í ár.

Men tað er komið fram fyri kortum, at arbeiðið við at byggja nýggja flogvøllin í Ilulissat er einn meira seinkað. Og flogvøllurin verður helst ikki liðugur fyrr enn í 2026.

Orsøkin er sambært grønlendska kringvarpinum KNR tørvur á millum annað arbeiðsmegi, maskinum og eykalutum hjá entrepenørinum.

Tað hevur verið fyri atfinningum, tí fleiri hildu, at tað var betri at gera sær dælt av royndunum, sum vóru við at byggja í Nuuk, áðrenn farið var undir verkætlanina.

Komandi mánaðirnar skal Trafikstyrelsen góðkenna fleiri onnur trygdarviðurskifti á flogvøllinum, áðrenn Nuuk Lufthavn eftir æltan kann taka ímóti fyrstu flogførinum a´2.200 metrar langa vøllinum 28. november í ár.

Harvið verður tað fyri fyrstu ferð nakrantíð gjørligt hjá grønlendska høvuðsstaðnum at taka ímóti størri flogførum beinleiðis úr Keypmannahavn, Evropa og restini av heiminum.

/ritzau/

 

 

 

Nuuk Lufthavn kann eftir ætlan taka nýggju flogbreytina, sum er 2200 metrar til longdar, 28. november í ár. Myndin vísir farstøðina, sum Trafikstyrelsen hevur góðkent í dag (PR-foto). - Foto: Trafikstyrelsen (PR-foto)./Free