Nýggjur maður á brúnni í Klaksvík

Nú er hann virkandi borgarstjóri

Til seinasta kommunuval var tað sera sannlíkt, at fólkafloksmaðurin Atli Justinussen fór við borgarstjórasessinum í Klaksvík. Men so var ikki - Karl H Johansen endaði við sessinum í staðin, meðan Atli Justinussen bleiv varaborgarstjóri.

 

Men nú sleppur Atli Justinussen hóast alt at royna seg í nakrar dagar sum borgarstjóri. Tí Karl Johansen verður burturstaddur fram til mánadagin 2. august, og hetta tíðarskeiðið røkir vararborgarstjórin, Atli Justinussen, starvið sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 

 

Hesum boðar Atli Justinussen, nú virkandi borgarstjóri, frá í kvøld.

 

Umframt at vera varaborgarstjóri er Atli Justinussen eisini formaður í í Havna- og vinnunevndini.