Nýggjur Opel Astra

Ein heilt nýggjur Opel Astra varð sýndur fram á IAA bilaframsýningini í Frankfurt í september.

 

Nýggi Astra er í allar mátar ein heilt nýggjur bilur, sum er upp til 200 kg lættari enn forgangarin.

 

Bert framkomnar og nýggjar motorútgávur verða nýttar, ávikavist bensin og diesel. Nýggju motorarnir og tað at bilurin er lættari gevur munandi minni brennievnisnýtslu.  

 

Hóast nýggi Astra er 5 cm styttri enn forgangarin er hann rúmligari við t.d. betri plássi til bæði høvd og knø á baksetrinum.

 

Designið er eisini flott við sera lágari luftmótstøðu. Astra verður tann fyrsti bilurin í bólkinum við møguleika fyri intelligentum LED-forlyktum.

 

Astra fæst við nógvari trygdarútgerð sum m.a. skelti-avlesara, vegbanahjálp, ávaringarfunku við vanda fyri samanstoyti, ferðstýrara, og parkeringshjálp, har bilurin automatiskt parkerar, uttan at bilføraranum nýtist at venda róðrinum, samstundis hevur hann blindvinkulávaring, har bilførarin verður ávaraður um bilar og súkklur í blinda vinklinum innan fyri ein radius á tríggjar metrar.

 

Opel Astra verður gjørdur bæði sum hatchback og í stationcar útgávuni Astra Sports Tourer.