Tað hevur verið stór málmansútskifting í ÍF seinastu vikuna. Fyri nøkrum døgum síðani varð kunngjørt, at Predrag Markovic steðgaði í felagnum, tí at koyringin ímillum høvuðsstaðin og Fuglafjørð gjørdist ein ov stórur umgangur fyri hann. Eisini er hin vanligi málverjin hjá ÍF, Hallgrím Gregersen, somikið skaddur, at hann ikki spælir aftur í ár.
Í fyrstu syftu valdi ÍF lokala loysn á málmansøkinum. Í dystinum ímóti KÍ síðsta sunnudag var tað bert 19 ára gamli Tóri T. Traðará, sum á fyrsta sinni vardi málið á besta liði felagsins. Tað gekk fínt hjá Tóra í hesum dysti, og hann varð eisini løntur við sáttmála í felagnum fyrr í hesari vikuni.
Hóast vanligi flytingargluggin er stongdur, so ber til hjá feløgunum at søkja um undantaksloyvi, tá ið talan er um málverjar. Hetta hevur ÍF gjørt sær dælt av.
Í gjár kunngjørdi felagið nevniliga, at restina av kappingarárinum verður Fríði Sigurðsson at síggja í hópinum hjá ÍF. Fríði Sigurðsson er 20 ára gamal, og hevur hann verið eykamálverji hjá KÍ ein stóran part av hesum kappingarárinum. Fyrr í ár var hann eisini eykamálverji hjá føroyska U21-landsliðnum, tá ið Aserbadjan var á vitjan á Svangaskarði.
Fríði hevur møguleika at fáa sín fyrsta dyst fyri ÍF í morgin, tá ið fuglfirðingar vitja AB á Argjum. Dysturin byrjar klokkan 15, og Rás2 sigur frá dystinum.