Nyrup fer at halda fram

Tað sigur Lise Lyck, lektari við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, við Børsen í gjár. Tað, at bankafrágreiðingin verður almannakunngjørd nú, fer at gera, at teir borgarligu flokkarnir ikki fara at krevja, at stjórnin skal leggja frá sær

Nú løtan nærkast, tá bankakanningin verður almannakunngjørd, eru donsku bløðini á tremur við viðmerkingum frá ymiskum serfrøðingum.

Lise Lyck, er lektari við Handilsháskúlan í Keypmannahavn. Hon er serfrøðingur í arktiskum búskapi, og hevur fylgt gjølla við bankakanningini.

Hon heldur, at tað er tíðspunkti fyri almannakunngerðingini sum er avgerandi fyri, at Poul Nyrup Rasmussen og stjórn hansara fáa loyvi at verða sitandi inntil komandi fólkatingsval.

Lise Lyck sigur orsøkina til hetta vera, at tað eru fleiri týdningarmikil mál fyri framman. Sáttmálasamráðingar skulu verða til várs, og síðst í mei skulu danir til fólkaatkvøðu um Amsterdam-sáttmálan.

Teir borgarligu flokkarnir á Fólkatingi hava fleiri ferðir sagt, at tað er betri, at Poul Nyrup Rasmussen er forsætisráðharri, tá danir skulu til fólkaatkvøðu um ES. Grundgevingin fyri hesum er, at Nyrup hevur nógv lættari við at fáa socialdemokratisku veljararnar at taka undir við Amsterdam-sáttmálanum, enn eitt nú Uffe Ellemann-Jensen. Og tað verða óiva hesir, sum verða tungan á vágskálini í tí málinum.

Borgarligu flokkarnir í Danmark hava heldur ongan áhuga í at fáa stjórnarvaldið beint undan sáttmálasamráðingunum á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru serliga hesi bæði málini, sum hava ávirkan, heldur Lise Lyck.

- Hevði talan verið um løgmálaráðharran, so kundi hann bara farið frá, men her er talan um forsætisráðharran, og tá er samstundis talan um alla stjórnina.


Nógv áhugamál

Frágreiðingin frá bankakanningarnevndini fer at avdúka, hvussu nógv stjórnin og Den Danske Bank vistu um fíggjarligu støðuna í Føroya Banka, tá teir seldu hann og lótu føroyingar yvirtaka eitt undirskot uppá eina milliard krónur.

Næstan allir búskaparligir fyrisetningar siga, at ein banki, sum er illa fyri, skal hann heldur koyrast á húsagang, enn bjargast.

Men í málinum um Føroya Banka, vóru tríggir partar, sum ynsktu at bjarga bankanum.

Danski staturin hugsaði um valutaáhugamál síni. Den Danske Bank hevði sítt altjóða umdømi at hugsa um, og føroysku politikarnir vildu ikki verða politikarar í einari skipan, har ein banki fór á húsagang.

- Tá tað eru tríggir partar í einum tílíkum máli, so er vanligt, at byrðarnar verða býttar eftir áhugamálunum.

- Tað óvanliga í hesum málinum er, at tað eru føroyingar einsamallir, sum standa eftir við allari byrðuni.


Avtalu um framtíðina

Lise Lyck sigur, at tað ber til at strekkja donsku bankalógina nógv meiri enn vanligt er í øðrum londum, og at hetta er ein av orsøkunum til, at alt fór av lagi.

- Talan er um tvær »elastiskar lógir« sum renna saman. Heimastýrislógin og bankalógin. Tí er tað ikki so løgið, at so nógv er hent í hesum málinum.

Eins og fleiri onnur við henni roknar Lise Lyck við, at bankafrágreiðingin verður lisin bæði løgfrøðisliga og politiskt. Í fyrsta umfari skal ein løgfrøðislig meting til, fyri at síggja um føroyingar kunnu krevja endurgjald frá dønum. Her skal arbeiðast skjótt, tí fyrningarfreistin er 22. mars.

Hinvegin skulu politikararnir taka støðu til, um m. a. Fíggjareftirlitið hevur arbeitt sum teir skuldu, og um politikarar skulu ábyrgdast fyri tað teir hava gjørt.

Lættasti mátin at koma til eina skjóta loysn er, sambært Lise Lyck, at Landsstýrið og stjórnin gera eina avtalu um framtíðina, og hvussu byrðarnar skulu býtast.