Skrivað varð, at henda ráðagerð fór fram í góðar fýra vikur fyri 6. oktober 1992, og SvF hevur um dagarnar á fyrimyndaliga objektivan hátt kunnað okkum um hesa og aðrar loypandi níðingsgerðir móti okkum føroyingum seinastu árini.
Undirgravingina av føroyska samfelagnum fór forsætis- og Føroyamálaráðharrin Poul Schluter undir og Hin Føroyski Fólkaflokkurin reypar sær framvegis av, at við at leggja seg út í danskan politikk var tað hann, ið helt hesum illgerðarmanni til róðurs í samfull 10 ár.
Sambandsmaðurin, sum er formaður í tingbólki fólkafloksins, segði um dagarnar í fimmaranum, at Poul Scluter var rætti maðurin, tí hann hevði givið føroyingum teirra egnu undirgrund.
So avlagaður kann ein fyrrverandi sjálvstýrismaður gerast, at hann ikki ansar, at hann tyggir sítt egna, og tað stolið.
Tá ið føroyingar - tað eru heimastýrisflokkarnir saman við fólkaflokkinum - leggja seg út í danskan politikk, er tað ein sjálvfylgja, at danir gera tað sama mótvegis Føroyum og føroyingum.
Sjónleikurin hjá fólkaflokkinum um at krógva seg fyri Nyrup er tí ikki annar enn tann sami sum hjá Pilatusi á sinni. Hann vaskar hendur.
Nyrup og javnaðarmenn hava sjálvandi traðkað sum fyri var slóðað av Schluter og fólkafloksmonnunum.
Nyrup kom til landið við tí greiða lyfti, at hann ikki fór at tosa um bankamálið, sum hann í fýra ár hevur dult sum mansmorð fyri føroyingum. Og hann fór avstaðaftur við líka so greiðum lyfti frá løgmanni um, at hesin heldur ikki fór at tosa um bankamálið - fyrr enn hann hevði tosað við Nyrup fyrst.
Trúgvari húskall hava danir ongantíð fyrr átt í Føroyum.
Hesin sterkasti løgmaður nakrantíð hevur magadrigið sjálvsstýrisviljan úr fólkaflokkinum. Hann hevur noktað teimum so mikið sum at taka orðið sjálvstýri upp á tungu.
Og teir akta.
Alt hitt flákrið í føroyskum politikki, td. KrF, sum eisini krógvaði seg, virkar bæði sum belti og seðli hjá løgmanni afturfyri onkran hissini nevndarsess. Teir eru livandi prógv um, at føroyskur politikkur í alt ov stóran mun saknar fundamentalar fortreytir fyri at verða tikin í álvar.
Skeivt er, bara at geva dønum skyldina fyri kreppuna - minst líka so skeivt, sum bara at geva føroyingum hana. Skyldina hevur hetta fløkta heimastýristjóðrið, sum - nú tað sansar at - vísir sína veruligu styrki. Sjálvandi verja danskir politikkarar donsk áhugamál framum føroysk, annars verða teir jú ikki valdir aftur.
Sjálvandi kunnu teir, so sum Vagn Wåhlin, docentur, vísir á, avtaka heimastýrislógina, leggja teir í tað. Hon er ikki annað enn ein fólkatingslóg og ein stór fløkja, sum als ikki er lýst í Føroyum.
Eisini hava teir yvirvaldsrættin yvir undirgrundini. Hann er tryggjaður teimum í grundlógini, og eingin heimild er sambært henni, hvørki hjá stjórn ella fólkatingi, at avhenda danskan yvirvaldsrætt til partar av ríkinum ella til onnur lond. Hetta kann einans gerast við einari grundlógarbroyting.
Nyrup og kaos valdar í ríki og landi, og Føroyar vár móður er um at gleppa okkum av hondum. Tað er tí pískandi neyðugt hjá føroyingum beinanvegin at taka avgerð um at verða politiskt frælsir, og síðani skipa seg í eitt frælst búskaparligt lýðveldi eftir millumtjóða avtalum.
Nyrup segði, at um ein breiður meiriluti í Føroyum var fyri frælsi, so vildu danir ikki leggja føroyingum forðingar í vegin fyri.
Hvat rakar tað teir, hvussu breiður ella smalur ein føroyskur meiriluti er?
Skulu vit hava 1946 umaftur, tá demokratiið varð tveitt afturum hurðabak av dønum og heimastýrisflokkunum?
Altjóða rættur sigur púra greitt, at danir hava bundið seg til at hjálpa ófrælsum londum at vinna frælsi. Eftirlitið við, at ST sátmálin verður hildin, hevur ST, og danir bíða í veruleikanum eftir okkum føroyingum.
Tað gerst tí neyðugt - eisini hjá javnaðarflokkinum - at statsleysi floksformaðurin sleppur sær av við statsmanslótirnar. Vit koma ikki víðari við at møsna um eina sjálvstýrislóg, sum er sum ein piða kráka.
Hon er nú við regluligum millumbili í átta tíggju ár sett á borðið, men tann skrokkurin fer ikki at geva okkum føroyingum mettuna, hvørki so ella so.
Heimastýrislógin var eitt serføroyskt/danskt fyribrigdi og hon kollsigldi. Einki er, sum týður uppá, at tað loysir seg at fara undir enn eitt serføroyskt/danskt fyribrigdi, kallað sjálvstýrislóg.
Hergeir Nielsen