Nýskipan og effektivisering – tað skal ikki verða eitt putlispæl at fáa hjálp

Vit hava nógvar batar at bøta í landinum, og ein tann størsti er trivnaðurin hjá børnunum. Trupulleikin er als ikki einfaldur at loysa, tað er komplekst, tvørfakligt, merkt av dupult funktiónum og yvirlappi. Harvið er trupult at vita, hvør skipan loftar nær.

Skipanin í dag er samansett á tann hátt, at borgarin má sjálvur finna runt í skipanini, heldur enn at skipanin arbeiðir rundan um borgaran. Tað eigur tó ikki at vera eitt putslispæl hjá foreldrum at finna røttu hjálpina.

Tørvur er á einari greiðari og samanhangandi skipan, har ein yvirskipað eind tekur ímóti fyrispurningunum og tryggjar, at borgarin verður møttur og børn fáa skjóta og samskipaða hjálp.

Hyggja vit nærri eftir trupulleikunum, útfrá serfrøðiligu vitanini vit hava á arbeiðsmarknaðinum, so eru fleiri felagsnevnarar sum vísa á, hvat vit eiga at gera við trupulleikan.

Psykiatrin og Sernám hava ovurlangar bíðilistar, ið bert er eitt symptom uppá undirliggjandi trupulleikan.

Føroyar eru ikki nóg góð at útgreina tíðliga, eins og okkara grannalond vit samanbera okkum við.  Vit eru í realitetinum 2 ár aftanfyri á Psykiatrini. Hóast tað lutvíst er talan um fíggjarligar manglar, so er talan eisini um menniskjaligan kapasitet at útgreina og veita víðari behandling. Røkt og viðgerð er ikki ein partur av játtanini, og atlit verður ikki tikið til fylgissjúkurnar: tunglyndi, misnýtslu, etingar ólag og sjálvsskaðan.

Neyðugt er at styrkja skipanina, bæði psykiatrina, dagstovna- og skúlaøki. Neyðugt er at stytta bíðitíðina, viðurkenna ADHD og inklusjón. Hetta inniber eisini at neyðugt er á effektivisering og tvørfakligum samstarvi, har skipanirnar tosa betri saman.

Hvat vil eg ítøkiliga sum valevni

Tað er mær greitt, at ein afturvendandi trupulleiki er mangul uppá at verða hoyrd. Sum foreldur, sum forfólk, sum serfrøðingur. Ikki bara hoyrd, men har tað verður aktivt lurta, reflektera og implementera útfrá tørvinum.

Sum foreldur havi eg sitið hinumegin borðið, har tað ikki varð lurta ella implementera. Í samband við Løgtingsvalið, havi eg gjørt júst tað: Lurta.. og ynski eg nú at kunna implementera.

Útfrá frágreiðingum frá Pedagogfelagnum, Føroya lærarafelag, Psykiatrini, og Sernám havi eg reflekterað og funnið greið mynstur.

Neyðugt er við einari skipan, sum er smidligari, effektivari og megnar betur at lofta børnunum. Tað skal gerast greitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum øki, og yvirlapp millum skipanir skal burtur. Í staðin skal talan verða um eitt styrkt tvørfakligt samstarv.

Eg vil arbeiða fyri einum Familjuhúsið, ein skipan, ið tekur ímóti borgaranum og vísir víðari til røttu hjálpina. Uppskotið er grundað á visjónina ”Eitt gott barnalív byrjar við tryggum vaksnum”. Tað krevur bæði størri fíggjarligt rásarúm og eina nýskipan, har dupultar funktiónir verða tiknar burtur, og ábyrgd og málsøkir verða gjørd greið.

##med2## 

Endamálið er einfalt: ein skipan, ið arbeiðir rundan um familjuna, ikki ein, sum familjan skal arbeiða seg ígjøgnum.

Amanda Garðalíð, Valevni fyri Javnaðarflokkin.