Sambært Reuters varð loftávaring send út í eystara parti av Lettlandi mánamorgunin. Íbúgvar í økinum vórðu bidnir um at halda seg innandura.
Ein talsfólk fyri herin segði við Reuters, at minst ein drona var staðfest at hava flogið inn í lettiskt loftrúm úr Russlandi.
Eystari parturin av Lettlandi hevur mark við Russland, og Nato hevur seinastu árini styrkt eftirlitið við loftrúminum í økinum.
Seinni upplýsti lettiska loftverjan, at Nato hevði skotið dronuna niður.
Eftir hetta varð loftávaringin tikin aftur, og vandin mettur at vera av.
Enn er ikki greitt, hvørja uppgávu dronan hevði, ella um hon var vápnað.
/Ritzau/
Nato-loftverjan skeyt í morgun eina dronu niður, eftir at hon hevði tikið seg inn í lettiskt loftrúm úr Russlandi. **Mynd: Savnsmynd.**











