Týskvøldið hin 9. juni klokkan 19 verður framløga í bygdahúsinum á Strondum av ættarritinum fyri eftirkomararnar hjá Bærent Magnussen og Petronellu Pedersdatter.
- Teksturin í ættarritinum er samandráttur av framløgunum á ættarstevnuni, sum var í bygdahúsinum hin 22. apríl 2023, siga tey í Sjóvar kommunu.
Sagt verður, at í sambandi við framløguna verða stuttar hugleiðingar um ættina, Gerðabátarnar og ættartalvuna.
- Vit bjóða kaffi, te og køkur, og fólk kunnu ogna sær ættarritið fyri 100 krónur. Øll eru vælkomin til framløguna, siga tey í Sjóvar kommunu.
##med2##












