Nýtímans lakkverkstað

Sosialurin hevur vitjað á fyrsta nýmótans bil-málaraverkstaðnum í Føroyum - á verkstaðnum hjá p/f Meinhardt Arge í Havn.

? Lakkverkstaðið hjá okkum er tað einasta í landinum, sum er eitt lakkverkstað burturav.

Hetta sigur Finnbogi Arge, sum er stjóri í fyritøkuni p/f Meinhardt Arge, ið selur bilarnar Opel, Nissan og Peugot.

Teir hava nýliga gjørt íløgur í nýmótans útgerð til lakkverkstaðið. Talan er um eina sproytukabinu, sum lýkur øll nútíðar krøv, og sum ger, at lakkarbeiðið kann verða rættuliga nógv rationellari, enn higartil.

? Hetta minnir í veruleikanum rættuliga nógv um samlibandsarbeiði, sigur Jan Jacobsen, sum stendur fyri lakkdeildini hjá fyritøkuni.

Hann greiðir Sosialinum frá, hvussu teir hava skipað sjálvt lakkverkstaðið.

? Vit hava eitt stórt rúm, har bert bilar verða koyrdir inn, sum skulu gerast klárir til lakeringar. Teir verða pussaðir og dekkaðir av. Síðan verða teir settir á rað við síðuna av kabinuni á ein skinnara. Her verða teir gjørdir púra klárir - sum vóru teir í kabinuni. Síðani verður síðan á kabinuni latin upp, og bilarnir trillaðir á skinnara inn í kabinuna. Tá liðugt er, verður bilurin koyrdur út úr kabinuni, og síðan tann næsti tikin inn gjøgnum síðuna á skinnara.

? Á henda hátt verður arbeiðið hjá teimum nógv rationellari, sigur stjórin, Finnbogi Arge.

At lakka bilar er eitt serligt arbeiði. Lakkið og onnur evni, ið brúkt verða, eru gjørd úr sera sterkum evnum, og krevur tað, at væl og virðiliga verður luftað út. Jan Jacobsen sigur, at luftin í kabinuni verður skift út 266 ferðir um tíman. Tá sproytað verður, er hitin í kabinuni umleið stovutemperatur, men tá liðugt er at sproyta, verður skrúvað upp á 65°C. Í hesum hitanum stendur bilurin og bakar í 40 min. Síðan verður hann koyrdu út úr kabinuni, stendur og kølnar, og so er lakkið turt.

At blanda lakkið er eisini eitt avanserað arbeiði. Til tað endamálið hava teir eina teldu, sum hevur litkoturnar til allar bilar. Hendan teldan hevur eisini eina vekt, og tí ber til heilt neyvt at fáa rætta litin.

Fyritøkan p/f Meinhardt Arge rekur tvær bilasølur í Havn. Við Oyggjarvegin selja teir Opel, meðan teir selja Nissan og Peugeot í gamla bygninginum hjá Auto-Service á Hálsi. Auto-Service mátti, sum so mangar aðrar fyritøkur, knúgva fyri kreppuni, men tað hevur eydnast at keypa bygningin aftur - eins og gamla bygningin hjá Wenzel Petersen við Oyggjarvegin. Vanliga er tað krav frá innflytarunum til norðurlendska bilamarknaðin, at ávis merki ikki skulu seljast undir sama taki. Tí hevur fyritøkan p/f Meinhardt Arge valt at selja Opel á einum stað og Nissan og Peugeot á ørðum stað. Nú eru hesi krøv kortini linkað nakað, vegna broytingar í ES, sigur Finnbogi Arge.

Tá kreppan leikaði harðast, minkaði virksemið hjá bilverkstøðum og bilasølum niður í einki, men nú er aftur gongd í, og Finnbogi Arge er fegin um, at tað nú ber til at gera íløgur í hesa vinnuna.

? Serliga fegin eri eg um, at vit kunnu gera íløgur, sum umhvørvisliga og heilsuliga lyfta okkum upp á eitt nógv hægri støði, samstundis sum vit kunnu veita kundum okkara eitt betri arbeiði, sigur hann.

Í dag starvast eini 40 fólk í fyritøkuni Meinhardt Arge, og lærlingarnir eru heilir 14 í tali - og tá er talan um plátulærlingar, málaralærlingar, mekaniklærlingar, goymslulærlingar og ein skrivstovulærling. Á verkstaðnum á Hálsi eru tilsamans 11 mans á ávikavist plátudeildini og lakkdeildini.

? Tað er tilvitað, at vit taka so nógvar lærlingar inn, sigur Finnbogi Arge. ? Tað vanta nógv útbúgvin fólk í hesi vinnu, og vit hava tær royndir, at vit fáa ikki hesi fólk uttanífrá - útbúgva vit tey sjálvi, so støðast tey betur, og tey fáa áhuga fyri arbeiðinum. Tá gongur alt nógv betur, sigur hann.