Nýtt arbeiðsgevarafelag

.

Tann 16. mars 1998 var stovnandi aðalfundur hjá nýggjum føroyskum arbeiðsgevarafelag, Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum (AF)

Stovnarar vóru: Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Spaikassi, Elektron, Trygd, Tryggingarsambandið Føroyar, Føroya Sjóvátrygging, Føroya Brunatrygging, Føroya Vanlukkutrygging og Føroya Lívstrygging.

Í nevndina vórðu vald: Jens Peter Arge, stjóri, Tryggingarsambandið, Jørn Astrup Hansen, stjóri, Føroya Banki og Eyðun á Rógvi Olsen, stjóri, Føroya Sparikassi.

Nevndin skipaði seg við Jørn Astrup Hansen sum formanni og Jens Peter Arge sum næstformanni.

Felagið fær allan rættin til at samráðast, limanna vegna, við sáttmálasamráðingar. Fíggjarstovnarnir verða sostatt umboðaðir av bert einum arbeiðsgevarafelag, við næstu sáttmálasamráðingar við starvsfólkið í peningastovnunum, tryggingarfeløgunum og Elektron.

Arbeisðgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum (AF) vónar, at hetta stig fer at skunda undir, at starvsfólkið í fíggjarstovnunum fer at savnast í eitt fakfelag.

Limir felagsins eru av teirri áskoðan, at ein savnan av sáttmálasamráðingunum í eitt arbeiðsgevarafelag ger samráðingarnar minni orkukrevjandi og meiri professionellar. At enda heldur arbeiðsgevarafelagið, at tann spenta støðan, sum ofta eyðkennir arbeiðsplássið undir samráðingum, heilt ella lutvís verður linkað, nú samráðingarnar verða fluttar frá arbeiðsplássinum yvir til arbeiðsgevarafelagið.