Nýtt frá Elinborg: Myrkur elektroniskur poppur

– Tað er sera umráðandi at flyta seg sum listafólk og fara nýggjar vegir. Júst tað hevur ført til hesa útgávuna, sigur Elinborg um nýggju heildarútgávu hennara ”Í Ævir”.

Mynd: Uncle Allan Photo

Í dag gevur sangarinnan Elinborg út nýggja heildarútgávu við heitinum “Í Ævir”. Hon hevur áður útgivið tríggjar EP’ir og fleiri stakløg, men hetta er fyrstu ferð, hon gevur eina heildarútgávu út.


– Tað hevur verið ein dreymur í langa tíð, og tað kennist dreymakent endiliga at sleppa at halda útgávuni í hondini. Eg eri øgiliga spent, sigur Elinborg Pálsdóttir, sum hevur brúkt nógva tíð seinastu árini til at finna útav, hvat “hennara ljóð” er.

 

– Hvussu skal Elinborg ljóða? Tað kom eg spakuliga fram til, meðan eg las á konservatoriinum. Tá byrjaði eg sjálv at framleiða og eksperimentera við tí elektroniska.

 

Tað følist rætt fyri hana nú at verða lend har, sum hon er lend stílmessiga.


– Eg haldi, tað er sera umráðandi at flyta seg sum listafólk, fara nýggjar vegir og tora at taka avgerðir, man ikki áður hevur tikið. Og júst tað hevur ført til hesa útgávuna, sigur Elinborg.


Plátan “Í Ævir” er ein spegilsmynd av hennara uppvøkstri, upplivingum og kenslum.


– Alt er ballað inn í náttúrunnar elementir. Stílurin er myrkur electroniskur poppur við einum hinti av ljósi og vón, vildi eg sagt.

 

Hoyr Í Ævir lagið her:

 

##med2##

 

Les longri samrøðu við Elinborg í nýggjasta Sosialinum - millum annað um konsertferðina, hon júst hevur verið á, og eina komandi tónleikaferð til Mexico í november.

 

Mynd: Uncle Allan Photo