Tíðindaskriv:
Endamálið er at heiðra tilbúgvingarfólk, sum hava lagt nógv ár og orku í at gera landið og lokalsamfelagið tryggari, skrivar Løgmálaráðið.
Silvurtekin verður latið fyri 25 ára tænastu og gulltekin fyri 40 ár. Eisini ber til at geva heiðurstekin til tey, sum hava gjørt nakað serligt innan tilbúgvingina.
– Sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum fegnist eg um, at land okkara við hesum tekur stig til at heiðra teimum mongu, ið ósjálvsøkin ár eftir ári tæna føroysku tilbúgvingini, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, um nýggja heiðursteknið:
Tað verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur skipanina.