Tórshavnar Kommuna hevur nú samtykt at gera arbeiðið liðugt at gera Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn, til Mentanarhús.
Høvuðsendamálið við húsinum er, at tað skal vera spælistað hjá tónleikarum.
Talan er m eitt drúgt mál, sum hevur verið leingi í viðgerð, men neyðugt er við umfatandi ábótum.
Ein partur er settur í verk, men í gjárkvøldið samtykti býráðið eisini at restina av arbeiðnum í verk.
Talan er um alt tað umfatandi timburarbeiðið, innrættingin o.sfr.
Fimm virkið vórðu boðin at geva tilboð og kommunan fekk tilboð frá trimum av teimum.
Lægsta boð hevði Húsavarðatænastan, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri góðar 4,9 milliónir krónur.
Við øllum verður tað sostatt mett at kosta góðar 7,6 milliónir at gera Reinsaríið til spælistað.
Tá er innbúgvið ikki talt við.
Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið varð upplýst, at húsið skal vera liðugt næsta ár, í øllum førum til ólavsøku.