Nýtt Sjósavn og Mentanarhús í Sørvági

Áhugabólkurin fyri Sjó- og Mentanarhús í Vágum og J&K Petersen undirskrivaðu í gjár heildararbeiðstøkusáttmála fyri Sjósavn og Mentanarhús í Sørvági.

Tíðindaskriv

 

Verkætlanin hevur sín uppruna afturi í 2013, og í fyrstu atløgu var ætlanin, at staðsetingin skuldi verða í Sandavági.

 

Tað gekk tó striltið við at fáa neyðug loyvir, og í 2018 varð kósin broytt, og tá varð arbeitt við staðseting í Miðvági. Samstundis hevur verið arbeitt við fígging til verkætlanina, og eitt nú vórðu 6 mió kr. fingnar til vega frá fólkatinginum.

 

Ætlaninar viðv. Sjósavninum/Mentanarhúsinum í Sandavági/Miðvági bóru ikki á mál og tí vendi áhugabólkurin sær til Sørvágs kommunu.

 

Áhugabólkurin vísti á økið úti við bátahylin, sum teir hildu vera sera væl egnað til endamálið.

 

Bygdaráðið í Sørvági helt, at hetta var ein spennandi verkætlan og var sinnað at lata økið til ætlanina.

 

Eldsálir við Sjúrða Poulsen, formanni í Sjó- og Mentanarhúsinum í Vágum á odda, hava gjørt eitt megnar arbeiðið fyri at fáa ætlanina til veruleika.

 

Sørvágs kommuna er ein aktivur íleggjari til ætlanina, og eisini hevur Sjúrður Skaale gjørt eitt stórt arbeiði á Fólkatingi, fyri at fáa hesa verkætlan til veruleika.

 

Sjósavnið og Mentanarhúsið fer at verða eitt jaligt íkast til bæði føroyska ferðavinnu og ikki minst fyri føroyingar sjálvar. Við hesum fáa vit ein vakran depil, sum er viðvirkandi til at varðveita sterku mentanina og søguna um føroyska fiskibátin, sum í øldir hevur knýtt føroyingar at sjónum.

 

Tað er Pól Skarðenni, sum hevur skitsa bygningin, sum uttan iva verður eitt prýði fyri Sørvág. Tekjan er ein holvdur bátur, og endaliga staðsetingin er við bátahylin í Sørvági.

 

Sjósavnið og mentanarhúsið í Sørvági letur eftir ætlan upp við ársenda 2025.