OB fáar minuttur frá sigrinum

Danir hava bara eitt lið við í bólkaspælinum í UEFA-kappingini. OB spældi í gjár á heimavølli ímóti franska liðnum Lens.

Dysturin var javnur í byrjanini. Lens hevði bóltin meir, meðan OB royndi mest upp á skjótálop. Í fyrra hálvleiki kom einki mál, men í 58. minutti bragdaði hjá OB, tá teir skoraðu eftir skjótálop. Rajko Lekic spældi Tobias Grahn púra leysan, og so var 1-0. Henda støðan helt sær líka til tveir minuttir áðrenn tíð, tá Lens megnaði at javna eftir innlegg úr høgru. OB kann tó enn tryggja sær víðari luttøku, men til hetta krevst eitt stig á útivølli ímóti Osasuna.