Velja republikanararnir at stilla Newt Gingrich upp ímóti Barack Obama á forsetavalinum næsta heyst, verður Obama afturvaldur. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari meiningakanning. Har siga 51 prosent av teimum spurdu, at tey fara at velja Obama heldur enn Gingrich.
Tey, sum hava gjørt kanningina, hava eisini spurt, hvønn fólk høvdu valt, um Mitt Romney verður valevni hjá republikanarunum. Her er svarið, at 48 prosent høvdu valt Obama og 40 prosent Romney.
Tær seinastu vikurnar hava fleiri kanningar bent á, at Newt Gingrich fer at vinna uppstillingina hjá republikanarunum, men teir seinastu dagarnar er munurin millum hann og teir næstu tódnaður. Tí er ikki sørt av spenningi um tað fyrsta uppstillingarvalið, sum verður í statinum Iowa um tríggjar vikur.