Ísraelsmenn kenna seg ikki so tryggar eftir forsetaskiftið í Washington Ísraelsmenn vita ikki rættiliga, hvat teir skulu vænta sær av nýggja forsetanum í USA, men flestu teirra vænta, at stjórnin hjá Barrack Obama fer at hava betri samband við arabarar og muslimar enn stjórnin hjá George W. Bush, og at tað fer at skaða Ísrael og tess áhugamál.
Sambært einari meiningakanning siga 60 prosent av ísraelska fólkinum, at tey hava álit á Barrack Obama, men kortini siga 63 prosent, at tey ivast eitt sindur.
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, hevur í vikuni vitjað í Italia og Fraklandi. Við tíðindafólk segði hann seg taka undir við friði millum Ísrael og grannalondini, men legði afturat, at hann er ímóti, at palestinar fáa egið ríki.