Óboðin gestur sníkti seg inn á gistingarhús

- Viðkomandi er avdúkaður og skuldsettur fyri óboðin at hava verið á gistingarhúsunum og gjørt seg sekan í tjóvaríi av víni.

 

Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at ein óboðin - og ikki gjaldandi gestur - er funnin sekur í at hava sníkt seg inn á meira enn tað eina gistingarhúsið.

 

- Óbodni gesturin er sæddur á tveimum ymiskum gistingarhúsum, og tað er greitt, at viðkomandi eitt nú hevur stolið vín. Men, hann hevði eisini latið onkur spor eftir sær. 

 

Løgreglan sigur, at óbodni gesturin tíski er avdúkaður, og hann er eisini skuldsettur fyri óboðin at hava verið á gistingarhúsunum og gjørt seg sekan í tjóvaríi av víni.