Sunnudagin hin 7. juni leggur ferðafólkaskipið Ocean Nova at í Vági við 75 ferðafólkum.
- Skipið kemur á Vág klokkan 14, og longu klokkan 14.30 byrjar skráin hjá ferðafólkunum á landi.
Í Vágs kommunu siga tey, at skráin varar fram til umleið klokkan 19. Ferðafólkini fara umborð aftur klokkan 19.30, og skipið loysir klokkan 20.
- Hesaferð eru tað umboð hjá Vágs kommunu, ið samskipa túrin á landi í samstarvi við lokal feløg, fyritøkur og ferðaleiðarar.
Lagt verður aftrat, at skráin er sett saman við lokalum upplivingum og aktivitetum, soleiðis at ferðafólkini fáa møguleika at uppliva ein part av tí, sum Vágsbygd hevur at bjóða.
- Samstundis tryggjar hetta eisini, at inntøkurnar frá vitjanini verða lagdar eftir í bygdini.
Ferðafólkini fara millum annað at uppliva føroyskan dans, gongutúrar, ølsmakking og vitjan á søvnum í bygdini.
- Ocean Nova er triðja ferðafólkaskipið, ið vitjar Vág í summar, verður sagt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í kvøld.











