Oddagrein· Andstyggilig rasisma og harðskapur í Føroyum

Her gingu vit og hildu at væl stóð til, og at føroyingar vóru minst kriminella fólk í heiminum. Men so komu óhugnaligu tíðindini um feika álopið á unga drongin, sum var farin ein túr í býin.

Tað er grátuligt, at vit sum tjóð mugu ásanna, at fólk við øðrum húðaliti ikki kunnu kenna seg trygg her á landi. Vit skammast yvir medborgarar okkara, sum framdu hesa ómansligu feigdargerð: at leggja á og meiðsla ein sakleysan
ungling, bert tí hann hevur ein annan húðalit. Og ikki minst, tí hann helt uppá rætt sín at vera her eins og øll onnur.

Vit kunnu seta okkum í støðuna hjá foreldrunum. Tey valdu at ættleiða eitt lítið barn til Føroya, tí ynski teirra um at gerast foreldur var so stórt. Tá gjørdu tey sær sjálvsagt eisini sínar tankar um racismu. Men tey valdu at
líta á, at barnið fór at verða væl móttikið her á landi, og at føroyingar vóru eitt somikið framkomið fólk, at her sleppa fólk at ganga í friði. Tí skammast vit yvir landsmenn okkara í hesum máli.

Í seinastuni hevur mangan verið ført fram, at mentan okkara er ein happingarmentan. Ongin ivi er um, at her er talan um serliga grova og meiningsleysa happing, og at hetta neyvan er fyrstu ella seinastu ferð, at ein littur persónur kennir seg illa viðfarnan her á landi. Vit hoyra javnan um tað, men sjáldan so ógvusligt sum hesaferð.

Summi vilja vera við, at allur óndskapur stavar frá vantandi kærleika í barnaárunum. Ein kann undrast á, hvussu slík bølmenni verða til? Nær segði tað klikk og hvør vaksin var so ljótur við teir sum børn, at teir nú
fullkomiliga missa tamarhaldið á sær sjálvum, og lata tað ganga út yvir ósek medmenniskju? Hinvegin skulu vit heldur ikki undirmeta ta ávirkan, sum onnur og t.d. alnótin hevur á tey ungu. Oftani standa foreldur púra hjálparleys yvir fyri børnum og ungum, sum lata seg ávirka av øðrum.

Men víðari kann ein so hugleiða, at eitt er, at teir fremja hesa feigdargerð, men tað, sum næstan ræðir meira er, at enn hevur ongin meldað seg sum vitni.

Sum pápi unga drongin segði í blaðnum í gjár: Gera vit ikki vart við okkum, hvørja ferð vit eru vitni til harðskap og rasismu, so hevur harðskapurin vunnið, og Føroyar verða eitt fátækari land at liva í. Foreldrini hjá hesum ungu hava so eisini eina skyldu, um tey hava tann minsta illgruna, at fara á rætta stað, við tí fyri eygað, at hetta ikki má endurtaka seg og soleiðis at onnur verða ávarað. Tit, sum framdu hesa ógerð, meldið tykkum sjálvar. Tað kann gagna øllum, eisini tykkum sjálvum.

Sosialurin