Oddagrein· Avgerð um ES hastar

Johan Dahl, løgtingsmaður hevur í lesarabrævi at løgmanni og mælir løgmanni til at taka tríggjar politiskar avgerðir her og nú, nevniliga at sleppa øllum yvirtøkunum, at fáa tey málsøki, ið eru yvirtikin at fungera, og í triðja lagi at seta ES málið á dagskrá. Tað er avgerandi fyri framtíðarmøguleikar okkara sum framkomið samfelag at finna saman um loysn á ES avbjóðingini, sum hann málber seg.

Tað má ásannast, at Johan Dahl nemur við trý øki, sum í sjálvum sær hava stóran politiskan týdning og stóran áhuga millum manna. Vit skulu hefta okkum eitt sindur við ES málið. Søguliga hevur ES málið havt eina løgna lagnu í føroyskum politikki. Hetta er eitt mál, har sakligar grundgevingar móti limaskapi hava verið blandaðar við sterkar kenslur í stórum pørtum av fólkinum. Sakliga andstøðan móti ES var í síni tíð grundað á ein sterkan ótta fyri fiskivinnupolitikkinum hjá Felagsmarknaðinum, sum ES nevndist. Væl skiljandi, tí einhvør dugdi at síggja, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES ikki kundi sameinast við føroysk fiskivinnuáhugamál. Henda støða hjá løgtingi og landsstýri var sostatt undir tágaldandi umstøðum skilagóð. Tá tað samstundis eydnaðist føroyingum, fyrst og fremst Atla Dam fyri at takka, at fáa góðar avtalur við ES, so fingu Føroyar bara heilt væl burturúr eini truplari marknaðarstøðu.

 

Men við tíðini er ES sera nógv broytt innihaldsliga so væl sum formliga. Hetta er alkunnugt og eingin orsøk er at fara í smálutir við broytingunum. Tó kann vera nevnt, at ES nú fevnir um so nógv annað enn búskaparligt samstarv og at ES reint politiskt hevur flutt seg ómetaliga langt frá at vera ein skipan, ið mestsum bert hevði til endamáls at bjarga europeisku kapitalismuni til eitt veruligt og sera nútímans samveldi av sjálvstøðugum londum. ES leggur nú sera stóran dent á menning, altjóða samstarv, umhvørvi, granskingar- og útbúgvingarsamstarv, fólkaræði, javnstøðu, brúkaramál, mannarættindi og menningarhjálp og humaniter grundsjónarmið yvirhøvur. Talan er við øðrum orðum um altjóða samgongu, sum flestøll vestureuropeisk lond vilja sleppa uppí og sum øll lond vilja samstarva og handla við. Tað er tí sjálvsagt, at løgting og landsstýri mugu hava púra greið politisk mál fyri okkara viðurskifti við ES. Vit hava ómetaliga nógv at samstarva við ES um, tí hevur ein avgerð um framtíðar ES politikkin sera stóran skund. Ein slík avgerð krevur nógvar umhugsingar og kanningar, ið eiga at fevna um allar hugsandi møguleikar.

 

Sosialurin