Oddagrein· Broytingar á blaðmarknaðinum

Nú um dagarnar gjørdi landsins elsta ávís av at skifta format, stødd. Eftir at hava verið prentað í stóra formatinum í skjótt 100 ár gjørdi leiðslan á blaðnum av at taka tað heldur kollveltandi og djarva stigið at geva blaðnum eina aðra og nýggja útsjónd.

Hetta merkir, at øll føroysku bløðini nú eru í somu stødd, ja onkur vil siga, at øll nú eru í Sosialstødd. Fyri føroyska blaðmarknaðin hevur hetta neyvan tær stóru broytingarnar við sær. Uttan iva fara Sosialurin og Dimmalætting at halda fram við at vera landsins størstu ávísir. Men nú bæði bløðini eru í somu stødd er greitt, at kappingin verður harðari og kanska eisini meira jøvn.

Fyri summi, sum síggja nakað stórt í at varðveita eina virkna blaðmentan í landinum, kann broytingin á Dimmu kennast sum eitt afturstig. Tá hugsað verður um týdningin av fjølbroytni, so er tað spell, at øll bløðinini nú líkjast, um ikki endiliga í innihaldi og uppseting, so í stødd. Tað hevði sína sjarmu, at tað eisini vóru bløð í stóru støddini, sum vit jú eisini kenna tað so væl frá blaðmarknaðunum í útlandinum. Hóast alsamt fleiri bløð fara burtur frá stóru støddini ikki minst av handilsligum orsøkum, so eru kortini mong eftir í stóru støddini. Nú er føroyski blaðmarknaðurin ikki so stórur, men hyggja vit í bakspeglið, so høvdu vit í farna ári, ikki færri enn tvey bløð í stóru støddini. Umframt Dimmu so eisini Fregnir, sum var fyri blaðdeyðanum.

Well, hetta er so gongdin og hana mugu vit so liva við. Harða kappingin á okkara lutvíst lítla blaðmarknaði ger, at neyvan hava vit sæð seinastu broytingarnar. Eitt er stødd. Annað er innihald og so tað, sum á fjølmiðlamáli verður nevnt konvergensur. Hyggja vit rundan um okkum, so er tað alt meira vanligt, at blaðfyritøkur gerast til fjølmiðlafyritøkur, har tað verður arbeitt á fleiri plattformum. Hetta hava vit eisini longu sæð í Føroyum, har eitt nú Sosialurin nú í fleiri ár hevur lagt seg eftir at framleiða tíðindi burturav til internetið, eitt nú til landsins størsta portal, av mongum kendur sum rætt og slætt Portalurin.

Í hvønn mun vit fara at síggja eina menning á konvergensøkinum vil tíðin vísa. Sosialurin flytur í næstum inn í nýtt umhvørvi í Vágsbotni, har tað koma at vera nógv betri og meira avbjóðandi umstøður fyri framtíðar fjølmiðlavirksemi. Tá fara broytingar og tillagingar eisini at síggja dagsins ljós. Neyvan verður støddin á blaðnum broytt. Hon verður tann sama. Men møguleikarnir og krøvini til skilagóðar og sunnar broytingar eru tilstaðar í nýggja umhvørvinum, í hjartanum á Føroyum. Hetta fara vit at siga eitt sindur meira um, tá almenn móttøka verður í nýggja fjølmiðlahúsinum í Vágsbotni fríggjadagin 15. apríl. Livst so spyrst.

Sosialurin