Lat tað tí verða sagt alt fyri eitt, at avgerðin um at skipa eitt eldraráð í høvuðstaðnum er eitt frálíkt hugskot. Sum longu nevnt, gerast alt fleiri eldri borgarar. Viðurskifti teirra eru sera ymisk eins og tey eldru sjálv eru sera ymisk soleiðis sum øll menniskju eru tað. Tað ber tí ikki til at skera øll eldri yvir ein kamb og er tað júst hetta, ið ger, at tað ikki er so heilt einfalt at skapa áhugaverd, góð og mennandi tilboð til teir medborgarar okkara, sum vegna aldur eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Hvør er bestur til at finna tey røttu tilboðini? Hvørjir eru serfrøðingarnir á økinum? Tað eru júst tey eldru. Tað eru tey eldru, sum best vita, hvat teimum tørvar á ymsum tænastuøkjum. Tað er tí í tøkum tíma, at eldraráð verður skipað og avgerðin tænir býrðánum til heiðurs.
Tað er samfelagsins skylda at tryggja okkum øllum góð og innihaldsrík ellisár. So leingivit orka og megna, eiga vit at varðveita høvi og møguleikar at taka lut í samfelagslívinum. Tey eldru skulu ikki metast sum ein samfelagstrupulleiki, men sum ein møguleiki og ein styrki fyri samfelagið og harvið fyri okkum øll. Tey eldru hava lívsroyndir, tey hava stóra vitan og tey hava tíð at deila teirra vitan við okkum, sum enn eru á arbeiðsmarknaðinum. Hetta eru alt virði, ið hava stóran týdning fyri eitt samfelag. Tað ræður um at leggja eldrapolitikkin soleiðis til rættis, at allir partar fáa gagn av honum. Tey eldru so tey njóta góð tilboð og ta virðing, ið tey hava uppiborið og samfelagið skal kunna njóta gott av allari teirri vitan og teimum lívsroyndum, sum tey eldru goyma í minninum. Í flestøllum mentanum verða tey eldru hátt mett. Soleiðis hevur tað eisini verið hjá okkum og soleiðis eigur tað framvegis at vera her í Føroyum. Nývalda eldraráðið hevur saman við Tórshavnar býráð eina stóra ábyrgd her. Vit ivast ikki í, at nývalda eldraráðið fer at megna at liva upp til hesa stóru ábyrgd. Men eisini vit øll onnur, sum enn ikki eru komin upp í tann samfelagsbólkin, ið vit nevna tey eldru, hava eina stóra ábyrgd at tryggja ein góðan virðiligan og mannsømiligan eldrapolitikk. Til ein slíkan politikk hoyrir eisini spurningurin um eina haldgóða pensiónskipan fyri øll, eitt mál, ið ikki tolir at bíða longur. Ein slíkur politikkur kemur í longdini at gagna øllum ungum sum eldri, ja, samfelagnum øllum.
Sosialurin