Oddagrein Ein lúsingur fyri tann asosiala politikkin

Ein veljarakanning er bara eitt politiskt barometur og hevur ikki
nakran týdning fyri, hvussu løgting ella landsstýri er sett saman, men ein meiningarkanning kann kortini ávirka tann aktuella politikkin, alt eftir hvussu veljarakanningin verður tulkað

.

Tann seinasta veljarakanningin gevurTjóðveldisflokkinum ein frammaná,
samstundis sum hon er eitt dygt herðaklapp til Sambandsflokkin. Í eini
roynd at greina úrslitið í Degi og Viku, og í kjaksendingini Fokus, varð
rættiliga stórur dentur lagdur á fullveldismálið.

Tjóðveldisflokkurin fekk av álvara vind í seglini eftir bankakreppuna,
tá allur leikurin hjá dønum handan politisku leiktjøldini varð
avdúkaður, og flokkurin gjørdist fyri fyrstuferð størsti flokkurin í
1998. Síðani hevur hann sett sjálvstýrismálið meira ella minni út í
kortið og slóðað fyri í fíggjar- og búskaparpolitikkinum.

Men nú eru broytingar farnar fram. Fullveldismálið er lagt til viks og
rikin verður ein varligur sjálvstýrispolitikkur eftir gomlu
heimastýrislógini. Harafturat treingist um fíggjarliga og tað merkir
sparingar og broytingar í føroyska samfelagnum. Júst her er ein andsøgn
millum vanligan tjóðveldispolitikk, lyfti hjá tjóðveldisflokkinum og
tann veruleika, sum nú verður avdúkaður.

Tað er møguligt, at tað hevur ávirkað undirtøkuna, at loysingarøsingin
hevur lagt seg, men afturgongdin hjá Tjóðveldisflokkinum kemst eisini av
tí eftir okkara metan meira og minni asosiala politikki, sum flokkurin hevur borðreitt við ta seinastu tíðina, bæði í vár og aftur nú í samband við
fíggjarlógaruppskotið.

Flokkurin hevur áður ofta verið tann sosiali garanturin saman við
Javnaðarflokkinum, men í dag síggja vit, at flokkurin er hamskiftur, og
summir politikkarar floksins eru so akademiskir og borgarligur, at
heimstaðurin var heldur í Fólkaflokkinum ella í Sambandsflokkinum. Tey
inntrivini, sum hava rakt føroysku familjuna, gera, at tað eru summi
sosialt tilvitandi fólk, sum venda flokkinum baki.

Flokkurin hevur verið við at gera tað nógv trengri hjá føroysku
húsarhaldunum: mjólkarprísurin er hækkaður, sjónvarpsgjaldið er hækkað,
ferðaseðlaprísurin er hækkaður, rentufrádrátturin fyri sethúsalán er
lækkaður, uppihaldspeningur hjá fráskildum skal strikast og nú koma
nøkur brúkaragjøld afturat. Hetta ávirkar heilt greitt umdømi
Tjóðveldisfloksins millum vanligar føroyskar veljarar, sum skulu venda
hvørji krónu mótvegis teimum væl bjargaðu politikkarunum.

Tað er kanska eitt sindur torført at greina, hví Sambandsflokkurin hevur
so stóra framgongd í dag, nú sjálvstýrismálið er komið í eina meiri
friðarliga legu, samstundis sum formaðurin ikki er serliga sjónligur í
politikki. Afturímóti hevur flokkurin einar 3-4 áleyparar, sum eru nógv
frammi, og tað er heilt givið, at teir hava givið flokkinum íblástur, so
fólk leggja meira og meira merki til flokkin. So er spurningurin, um
henda gongdin fer at halda sær til eitt komandi val, ella um heilt onnur
mál eru á dagsskránni tá.

Sosialurin