Oddagrein· Einki ljós?

Ein góður fíggjarmálaráðharri ger fíggjarlógir, sum halda. Ein góður fíggjarmálaráðharri hvørki yvirbudgetterar ella undirbudgetterar.

Vit hava nú í fimm ár verið vitni til markanta undirbudgettering í Fíggjarmálastýrinum. Onkur hevur fullkomuliga misskilt, hvat eyðkennir ein góðan fíggjarmálaráðharra, og hevur hug at rósa Karsten Hansen, hvørja ferð hann skarvar av einari fíggjarætlan, fyri bert seinni í árinum at verða noyddur til at koma afturumaftur við eykajáttanum. Fíggjarmálaráðharrin eigur ikki ábyrgdina av, at vit hava havt hákonjuktur, síðani hann kom í sessin. Harafturímóti hevur fíggjarmálaráðharrin ábyrgdina av, at so illa hevur verið budgetterað seinastu árini. Fíggjarlógin fyri í ár, ella kladdan, sum onkur hevur nevnt hana, er einki undantak í so máta.

Hevur fíggjarmálaráðharrin dugað væl at gjørt forsøgnir fyri føroyska búskapin? Uppundir seinasta val stóð so væl sum ongantíð fyrr í Føroyum, um ein skuldi trúð Tjóðveldisflokkinum. Man kvetti tað, sum svarar til eina millión krónur um dagin av í blokkstuðuli. Nú stendur hinvegin so illa til sambært fíggjarmálaráðharranum, at tað ikki er ráð til lønarhækkanir. Antin hevur fíggjarmálaráðharrin reypað ov nógv áðrenn valið, ella ger hann ov nógv av nú. Tíverri fyri Føroya land er tað helst tað fyrra, ið er sannleikin.

Hvørjar aðrar dygdir eigur ein fíggjarmálaráðharri at hava? Alt nýtist ikki at verða tapt, bert tí at ein fíggjarmálaráðharri ikki dugir væl at budgettera ella gera forsøgnir. Samráðingarevni og evnini at loysa trupulleikar mugu standa ovaliga á listanum yvir dygdir hjá einum fíggjarmálaráðharra. Um vit hyggja at almenna arbeiðsmarknaðinum, so hevur ikki sæð pent út seinastu árini. Ongantíð fyrr hava verið so nógv verkføll og klandur á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum undir sitandi samgongu. Tá tað er rættiliga ósannlíkt, at alt starvsfólkið hjá tí almenna skal verða blivið ómøguligt eftir einari nátt, so má í hvussu so er partur av trupulleikanum liggja aðrastaðni. Harmiligt at siga so, men tað tykist ikki sum Karsten Hansen hevur skarað fram úr, tá tað kemur til samráðingarevni. Hvussu so við evnunum at loysa trupulleikar? Vit kunnu hyggja at SEV málinum, ið nú hóttir við at leggja landið myrkt.

Leiðslan í SEV kundi ivaleyst havt handlað øðrvísi í málinum um maskinmeistarasáttmálan. Eisini kundi sáttmálin helst sæð øðrvísi út, men nú er tað einaferð so, at Maskinmeistarafelagið hevur ein undirskrivaðan sáttmála í hondini, ið teir eisini hava fingið útgoldið løn eftir tvær ferð. Hetta gevur teimum ógvuliga góð kort á hondina, og vegna egið forsømilisi við undanfarna sáttmála, hevur Karsten Hansen lítið annað í at velja, enn at góðkenna sáttmálan. Sjálvandi eigur hann at taka eina uppgerð við SEV, tí trupulleikin er teirra millum, men eingin orsøk er fyri at landið skal verða gíðsil í hesum málinum. Gamaní er hækkanin kanska hægri enn búskaparstøðan rættvísger, men sum Karsten Hansen sjálvur hevur sagt, so er eingin grund til, at allir bólkar hvørja ferð skulu fáa sama prosentvísa lønarhækkan. Tað vil altíð vera munur á hvussu eftirspurningurin er fyri ymsar fakbólkar, og hvussu langtíðargongdin hevur verið innan somu bólkar.

Undir øllum umstøðum forsømdi Karsten Hansen at góðkenna seinasta sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið, hóast løn hevur verið útgoldin eftir honum í áravís. Tí hevur fíggarmálaráðharrin als einki at hava núverandi góðkenningarsýtan í, og nú má Løgtingið uppí fyri at forða fyri u-lands tilstandum í Føroyum. Gott klárað?

Sosialurin