Men sum sagt fekk vanlukkan fyri tjúgu árum síðan mong at ivast, hvørt tað var skilagott at seta sítt álit á kjarnorkuna, tá talan var um at útvega nútímansamfelagnum nóg mikið av ravmagni. Tað var serstakliga spurningurin um burturkastið, ið skapti ivan. Hartil kom so sjálvandi tann beinleiðis spreingivandin. Myndugleikarnir í táverandi Sovjetsamveldinum taklaðu vanlukkuna sera vánaliga. Tey, sum settu lív og heilsu í váða undir bjargingararbeiðinum, fingu ótøkk sum løn og offrini sum eftirfylgjandi gerast fleiri og fleiri fáa lílta og onga hjálp frá samfelagnum. Um umheimurin ikki hevði komið teium neystøddu til hjálpar, so hevði støðan verið uppaftur verri. Lond sum Cuba, USA og Svøríki sendu stór læknalið til vanlukkustaðin og hetta var alt við til at bøta nakað um verstu avleiðingarnar. Hvat verri er, er, at avleiðingarnar enn standa við. Børn verða fødd við likamligum og sálarligum brekum, og óttin millum fólk er stórur.
Men tjúgu ár er long tíð í slíkum høpi, og myndugleikar í fleiri av fremstu ídnaðarlondunum eru aftur farnir undir at útbyggja kjarnorkuna. Teir siga, at trygdin nú er nógv bøtt. Fleiri noðrurlond eru millum hesi lond og ikki minst lond í triðja heiminum fara alt meiria yvir til kjarnorku. Henda gongd er óheppin, tí tað land, sum megnar at hava kjarnorku til sivil endamá, megnar eisini at framleiða kjarnorkuvápn, og úrslitið verður, at heimurin gerst uppaftur meira ótryggur. Tað eru sostatt nógvir álvarsamir spurningar, sum heimurin setir sær í hesum døgum, har vit minnast verstu kjarnorkuvanlukku í søguni.
Sosialurin