Oddagrein· Eitt gylt høvi?

Tað er gott, at Landstýrið nú setur tiltøk í verk, ið skal minka um nøgdina av fiski, ið fer beinleiðis av landinum. Hetta hevur verið tiltrongt leingi, og skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava rós fyri at gera nakað við hetta málið.

Ikki heilt óvæntað, so eru ráfiskaseljarnir ímóti, at meir fiskur skal um føroyskan keikant. Heldur ósmæðið, so er sjónarmiðið frá ráfiskaseljarunum, at teir til eina og hvørja tíð skulu sleppa at landa har, ið prísurin er bestur, óansæð hvat land talan er um. Onkur kundi kanska spurt, um hetta ikki er heilt náttúrligt í einari marknaðarstýrdari skipan. Svarið kundi verið játtandi, um frí kapping hevði verið um at sloppið framat hesum fiski, ið ráfiskaseljarnir vilja sleppa at selja frítt, men so er ikki. Tað ráfiskaseljarnir eftir øllum at døma vilja, er at halda fram við at verða vardir av ókeypis statsprivilegium, tá tað ræður um atgongd til rávøruna, men teir vilja hava fríar marknaðarkreftir at ráða, tá teir skulu selja.

Vit hava eina skipan í Føroyum, har fiskiveiðirættindi verða latin teim fáu, uttan nakað slag av auktiónskipan. Ætlar ungt fólk sær at fáa veiðirættindi undir Føroyum, so mugu hesi ungu fólk í flestum førum keypa gomul skip fyri ein yvirprís fyri at gjalda onkrum reiðara fyri tað frammihjárættindi, ið hesin sami reiðari í flestum førum einki betalti fyri. Henda skipan er ikki nøkur fyrimyndarlig skipan, og tað er væl skilligt, at Landsstýrið setur treytir við, hvar fiskurin skal landast, tá nú skattgjaldarin einki fær fyri veiðirættindini.

Tað hevur verið okkurt graml um, at onkur hugsar um at leggja flotan, um avmarkingar verða settar í gildi. Um álvara verður gjørt av hesum hóttanum, so er hetta eitt gylt høvi hjá Landsstýrinum um at biða um loyvini aftur. Hetta kann eitt nú ráfiskaraseljarafelagið ikki hava so nógv ímóti, tí um núverandi fiskiloyvishavarar halda, at tað ikki longur er lønandi at fiska undir Føroyum við nýggju krøvunum, so standa nógv í bíðirøð eftir at fáa hesi ókeypis loyvi við teimum nýggju treytunum.

Um teir núverandi fiskiloyvishavarnir vísa lítlan vilja til at halda fram við teimum sjálvfylgiligu treytunum, at samfelagið, ið letur frammihjárættindini til at fiska, skulu fáa eitt sindur av aktiviteti burturúr hesi rávøru, so kann hetta eisini gerast eitt gylt høvi til at broyta alla skipanina og til dømis auktionera tíðaravmarkað fiskiloyvi burtur til hægstbjóðandi. Hugskotini eru mong og skal tað verða okkara vón, at eitt mennandi kjak kann taka seg upp um hetta mál. Serliga hevur eitt slíkt kjak skund, um tað veruliga er so galið, at núverandi fiskiloyvishavarar ikki vilja fiska meir undir Føroyum við nýggju treytunum. Livst so spyrst.

Sosialurin