Oddagrein· Framtíðar sjúkrahúsbygnaður

Løgtingið hevur nú havt aðalorðaskifti um framtíðar sjúkrahúsverkið í Føroyum. Støðið undir orðaskiftinum var sera forvitnislig frágreiðing um sjúkrahúsverkið. Tað, sum frágreiðingin leggur dent á, er, at dygdin innan heilsutænasturnar er eitt av teimum mest týðandi evnunum, sum verða viðgjørd í sambandi við tilrættaleggingina av heilsuverkum í londum rundan um okkum. Hesin er høvuðsboðskapurin í álitinum. Arbeiðsbólkurin hevur tí eisini valt at nýta dygdarhugtakið sum eina yvirskipaða tilgongd í álitinum. Endamálið í framtíðar sjúkrahúsverkinum skal verða at tryggja, at dygdin á veitingunum, ið verða veittar í einum framtíðar føroyskum sjúkrahúsverki, er so høg sum gjørligt, og at mest møguligt, í týdninginum best møguligt, fæst burturúr tilfeinginum innan fyri teir givnu karmarnar.

Frágreiðingin viðger fýra høvuðstættir, nevniliga “sjúklingurin”, “starvsfólkatilfeingið”, “fíggjarstýring” umframt “bygnaður og virksemi”. Dentur verður lagdur á nútímans sjúklingafyrilit, at útvega nóg mikið av starvsfólki við neyðugum førleikum og nøktandi fíggjarstýringsskipan. Her er talan um viðurskifti, sum allir flokkar á tingi kunnu taka undir við, tí talan er um alment galdandi meginreglur. Sjúklinginum skal sjálvsagt verða tryggjað eina nøtandi kunning. Heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk eru sjálvsagdir tættir í nútímans heilsuverki, og borgarin hevur krav uppá viðgerðartrygd. Hetta er gott og kemur í tøkum tíma.

Frágreiðingin fer eisini inn á bygnaðin, sum hevur verið eitt tabuevni í føroyskum politikki í mong ár. Mælt verður til samskipan, og uppskot eru um, hvørjar funktiónir kunnu hugsast at vera á ávikavist Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi. Hetta er ein sera djørv og visjoner frágreiðing, og landsstýrismaðurin eigur rós fyri at tora at leggja hana fram. Aðalorðaskiftið bendi á, at tíðin er búgvin at taka stórar og týðandi avgerðir um framtíðar sjúkarhúsbygnaðin. Tað nógv broytta undirstøðukervið gevur fyri fyrstu ferð í søguni fortreytir og møguleikar fyri, at trý sjúkrahús framvegis kunnu vera í Føroyum og at tilfeingið í hesum sambandi kann verða troytt á ein heilt nýggjan og forsvarligan hátt. Tað er enntá útlit fyri breiðari politiskari semju um tilmælini i frágreiðingini. Tað ræður tí um, at landssstýrismaðurin smíðar, meðan jarnið er heitt. Hetta mál kann ikki bíða longur og er tí bert eftir at vóna, at tað eydnast at seta tilmælini í verk skjótast.
Sosialurin