Við frelsarboðskapinum sendi Gud son sín til Jarðar, soleiðis, at ein og hvør, sum trýr á hann skal verða frelstur. Hesi eru størstu gleðiboð, sum nakrantíð hava ljóðað fyri mannaoyrum. Tey vórðu boðað ikki fyri kongum, keisarum ella ríkmonnum, men fyri nøkrum fátækum seyðamonnum, sum lógu nátt úti uttan fyri bygdina Betlehem í Palestina. Og barnið, sum gjørdist heimsins frelsari, átti hvørki vøggu ella tak yvir høvdið, tí var tað lagt í eina krubbu í einum fjósi. Hetta má geva okkum øllum nakað at hugsa um. Hesin boðskapur um heimsins frelsara er so at siga tann persónligi parturin av jólaboðskapinum. Her má hvør sær gera av, hvussu hann ella hon taka ímóti gleðiboðskapinum frá Betlehems fløtum. Vit eiga øll at steðga á í tí hurlivasa, sum jólini nú eru vorðin og hugsa væl og leingi um hendan boðskap.
So er tað hin parturin av jólaboðskapinum, tann, sum boðar frið á Jørð og í menniskjunum góðan tokka. Hvussu hevur mannaættin livað upp til hendan boðskap? Taka vit okkara tíð, so er svarið ikki júst beinleiðis hugaligt. Kríggj, ósemjur, hungur og hall, lemjandi sjúkur og náttúruvanlukkur. Vápnadubbingin er um at fara út um alt skilaligt mark. Í heiminum eru nú so nógv atomvápn, kemisk vápn og bakteriologisk vápn, at tað veruliga ber til, um onkur vil, at týna mannaættina sjeyti ferðir, hava serfrøðingar roknað út. Frá tí stóra og óhugnaliga Kalda Krígnum fór heimurin beint yvir í økis- ella regiónskríggini. Hvat hesi kríggj hava kostað mannaættini er mest sum vónleyst at gera upp, men líðingarar hava verið ræðuligar og hava kostað milliónum lívið.
Gleðiboðskapurin kom til Jarðar við einum pinkubarni. Barnið er ein hin mest verjuleysa og óseka veran á foldum. Hvussu verður farið fram móti børnunum í dag? Hvussu støðan er í Ríka Heiminum, skulu vit ikki meta um her. Tað man vera so sum so hjá mongum. Í fátæka partinum av Verðini stendur ikki væl til. Børn í stórum tali doyggja í hungri og í vanrøkt. Milliónir av børnum fáa als onga ella ikki nøktandi skúlagongd, búgva vánaliga ella halda til úti á berajóli á gøtunum í heimsins stórbýum, har tey verða misnýtt og forfylgd.
Hendan myndin hóskar illa við boðskapin um frið á Jørð og um góðan tokka. Tó eru tekin um broytingar til tað betra. ST, UNESCO og UNICEF gera eitt veldugt arbeiði til tess at bøta um korini hjá hesum børnum. Privatir og kirkjuligir felagsskapir royna hvør í sínu lagi at at hjálpa Heimsins illa støddu børnum. Hetta er sera gott og eiga allar heimsins stjórnir at stuðla hesum arbeiði. Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum og áttu vit sjálvsagt at tikið eina størri ábyrgd á okkum. Hevði tað ikki verið eitt hugskot, at allir flokkar nú játtaðu, at tær almennu Føroyar eftir valið 20 januar 2004 fara at lata hóskandi part av fíggjarlógini til barnaarbeiðið hjá ST. Hetta kundi verið okkara íkast til at skapa frið á jørð. Ófriðurin í Heiminum kemur av ójavnaðinum millum tey, sum hava og tey, sum ikki hava ? av muninum millum rík og fátæk lond. Friður fæst bert við at beina burtur ójavnan millum heimsins lond. Vit eiga at átaka okkum okkara ábyrgd. Hvussu vit best gera hetta, eiga okkara politikkarar og vit øll at nýta jólahalguna at hugsa um. Annars eiga vit at takka fyri frið um okkara leiðir og at binda frið á politiska vígvøllinum til eftir høgtíðina. Fólk eru troytt av politiskum klandri og ófriði, og tá valstríðið eftir høgtíðini brestur á, eiga politikkararnir at reka hetta stríð, sum tað sømir seg eini friðarligari og mentaðari tjóð. Sosialurin ynskir øllum Føroyum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár.
Sosialurin