ODDAGREIN: Frustrerað politisk skipan

Politiska orðaskiftið í sjónvarpinum í gjár­kvøldið vísti enn sum áður, hvussu frustrerað politiska skip­an­in í Før­oy­um er.
Løgmaður legði út við at siga, at pol­itisk semja er um, at pen­sjóns­ald­ur­in ikki skal hækka tey fyrstu trý til fimm árini. Tað ljóð­aði sum um hetta er ein av­gerð, sum er tik­in í breið­ari semju í sam­gongu so væl sum í and­støðu. Men tað vita øll, at tað pass­ar ikki.

Síðani Jørgen Niclasen fríggj­a­morg­un­in 30. mars á há­tíð­ar­lig­um tíð­ind­a­fundi í glas­húsi­num á Argj­um kunn­gjørdi, at pen­sjóns­ald­ur­in skuldi hækka til minst 68 ár frá 1. jan­u­ar 2013, hava aðr­ir fel­ag­ar hjá honum kapp­rópt um, at so skal ikki verða. Tal­an er bara um eina ætlan, sum støða als ikki varð tikin til.

Niðurstøðan er nú, at hetta eru bara karm­ar­nir, sum eru bornir í ting­­ið. Pen­sjóns­bólk­ur­in og løg­ting­ið skulu taka støðu til, um pen­sjóns­ald­ur­in skal hækka.
Men faktum er, at Jørgen Nicl­a­sen boðaði frá hesum 30. mars. Land­ið skal spara, og við hesum upp­skot­i­num frá sam­gong­uni kundu tær fyrstu 40 milli­ón­ir­nar finn­ast við at nokta teim­um nú 66 ára gomlu sína fyrstu árs pensjón.

At hetta er ein himmalróðandi a­sos­i­al­ur­ pol­i­tikk­ur, er runn­ið sam­gong­u­fel­øg­unum ­hjá Jørg­eni Nicl­a­sen til hugs, og tí royna teir hvør í sín­um lagi at eft­ir­ra­t­i­on­al­i­sera – og tað vóru tí júst slík­ar eft­ir­rati­o­nal­i­­ser­­ing­­ar, sum eyðkendu kjakið í gjár­­kvøld­­ið.

Vit hava fyrr sæð, at Jørg­en Nicl­a­sen er kom­in við kon­tro­ver­s­i­ell­um upp­skot­um – eitt nú flat­skatt­in og skatt­ing av pensjónum við inngjaldi, sum hann kortini so ella so fær sín­ar sam­­gong­u­fel­ag­ar at hoppa upp­á. Løgmaður hevur helst møtt stór­ari mót­støðu í bak­land­i­num hjá sær, og tí roynir hann at seta seg upp­í­móti Jørgeni Niclasen hesaferð. Og tá Jenis av Rana held­ur seg til and­støð­u­leik­lut­in í sam­gong­u­ni, so er lítið sum bend­ir á, at nakað sum helst kemur burt­ur pen­sjóns­ný­skip­an­ini. Tað mest hugs­andi er, at and­støð­an fer at taka seg úr pensjónsbólkinum – og at nýskipanaruppskotið full­kom­i­liga dettur á gólvið eins og komm­un­u­re­form­ur­in, sum fekk mønu­sting­in á marg­hátt­ligu fólka­at­kvøð­uni hósdagin.

Í kjakinum um skúlaøki gjørdist hyggj­arin ikki stórt klókari. Sam­gonga og and­støða draga hvør sína línu – og full­kom­iliga mis­eydn­­aða fólkaaktvøðan um komm­un­u­sam­an­legg­ing hev­ur í øll­um før­um fing­ið løg­mann til at gloyma alt um størri komm­un­al­ar eind­ir, men heldur at tosað um sam­starvs­eind­ir.
Politiska skipanin er frustrerað. Ong­­ar breiðar semjur eru í ljósmála. Tvær av ætl­aðu ný­skip­an­u­num tykj­ast farn­ar fyri bakka. Sam­gong­an stend­ur sterk og stinn og samd sam­an um reak­ti­on­eru broyt­ing­ar­nar, hvørs endamál er at flyta peng­ar frá teimum fátækaru til tey rík­aru.