Oddagrein· Góð umboð

Í seinastuni hevur verið nógv fokus á fótbóltinum, og hetta er einki løgið tí føroyingar standa seg eftir umstøðunum væl. Fótbólturin gevur okkum góða umrøðu úti í heimi, og leikararnir eru millum okkara bestu umboð uttanlanda. Aðrar ítróttargreinir eru eisini sera sjónligar eitt nú kappróðurin, ið er okkara tjóðarítrótt. Eisini henda ítróttagrein vekir ans millum útlendingar, tí hon er so sermerkt, og tí at kappróðrarbátarnir eru mest at meta við hitt besta listahandverk.

Hóast eitt nú fótbóltur og kappróður eru so sermerktar og sjónligar ítróttargreinir, eiga vit ikki at gloyma hinar ítróttagreinirnar. Her er sum kunnugt eitt ótal, og áhugin er stórur fyri at kalla øllum sløgum av ítrótti. Vit kunnu bert nevna t.d. flogbóltin, svimjingina og hondbóltin. ÍSF ger eitt stórt arbeiði fyri ítróttina eins og tað liggur eitt ómetaliga stórt sjálvboðið arbeiði aftan fyri alla føroyska ítrótt.

Sum nakað heilt fyri seg stendur tann ítrótt, sum verður íðkað innan ÍSB. Her hava ítróttafólkini gjøgnum tíðina vunnið framúrskarandi úrslit. Soleiðis hevur eisini verið seinastu árini, har eitt nú okkara svimjarar hava staðið seg sera væl í altjóða kappingum. Vit kunnu bert minna á, at tann unga Heidi Andreassen fyri stuttum vann bæði gull og silvurheiðursmerki á altjóða kapping í Bretlandi. Vit kunnu vera errin av Heidi og øllum teimum mongu ítróttarfólkunum, sum gera Føroyum heiður uttanlanda. Hesi fólk, tað veri seg landsliðsleikarar í fótbólti, ungir svimjarar ella hvørja grein, tað nú snýr seg um, eru framúr góð umboð fyri Føroyar og fyri føroyingar uttanlanda. Vit eiga at vera hesum fólkum takksom og tey hava uppiborið dyggan stuðul frá øllum samfelagnum. Hesi fólk hava sett sær høg mál og tey leggja alla orku í at náa hesum málum. Vit fegnast um at eiga slík fólk og vit eru øll góð við tey og ynskja teimum øllum alt tað besta og góða eydnu við teirra ítróttarliga virksemi.

Sosialurin