Oddagrein· Kina sum heimsveldi

Stórar broytingar henda á altjóða pallinum í hesi tíð. Í Suðuramerika eru stórar rembingar, har alsamt fleiri lond fáa vinstravend stýri. Ríka oljulandið Venzuela ber seg at sum eitt nýtt stórveldi, ið bjóðar USA av. Í Miðeystri hevur Iran átikið sær leiklutin sum nýggja stórveldið har, ið eisini hevur lagt seg út við USA serliga, og í fjareysturi royna India og Kina at leggja seg út í kappingina við USA sum tvey komandi nýggj heimsveldi.

Stórur spenningur er í fleiri heimspørtum, og her er tað fyrst og fremst oljan, sum er orsøkin. Olja merkir vald. Kina, sum uttan iva liggur fremst, tá tað snýr seg um at geva USA kapping á altjóða pallinum, er farið at nærkast okkara parti av heiminum. Ì hesum døgum er landið við at fáa fótin fastan í fleiri afrikonskum londum, og Kina hevur so eisini nógv at bjóða tilafturskomnu londunum afturfyri at kunna fáa fatur á teirra oljutilfeingi. Tað er ikki sørt, at søgan endurtekur seg. Fyrr vóru tað europeisk lond, sum fingu fótin fastan í Afrika, nú roynir Kina seg.

Kina hevur longu fingið lut í týðandi leitiloyvum eftir olju og gass í Afrika. Afturfyri ger landið stórar íløgur í eitt nú undirstøðukervið, sum í dag er sera lítið úbygt. Hetta er sjálvandi sera kærkomið fyri fleiri lond í Afrika, sum í dag hava tørv á íløgum til menning av ymsum slag. Europa og USA hava ikki víst tann stóra áhugan at gera íløgur í Afrika, og tí kemur tann "hjálpandi hondin" úr Kina væl við. Ikki
minst síggja lond, sum hava einaræðisharrar, samstarvið við Kina, sum sera kærkomið. Tí kinesisku leiðararnir gera ikki mun á demokratium og einaveldum, tá teir fara undir samstarv. Tað meta teir sum eitt innanhýsis mál fyri londini. Hetta gevur einaræðisharrum frítt spæl og kunnu teir eisini brúka oljupengarnar teir fáa frá Kina til at keypa vápn fyri.

Kina hinvegin brúkar eisini samhandilin við Afrika til at fáa hesi londini at stuðla sær á týðandi altjóða leikpallum so sum ST. Ein fyritreyt fyri at Kina kann gerast eitt heimsveldi er stuðul frá eitt nú afrikonskum londum.

Samhandilin við Kina hevur sjálvandi stóran týdning fyri Afrika. Men hann hevur so eisini eina slagsíðu. Kina útflytir bíligar nýtsluvørur til londini, og tað gongur so út yvir lokala ídnaðin og handverkið. Eisini taka kinesarar við sær heimanífrá øll arbeiðsfólkini, tá vegir og annað verður gjørt. Tað hevur eisini negativa ávirkan á londini.

Samanumtikið er kinesiska innrásin í Afrika tí bæði góð og ring fyri londini. Góð tí nýggjar íløgur verða gjørdar í eitt nú manglandi infrastruktur, men ring, tí at hjálpin úr Kina hvørki skapar arbeiðspláss ella mennir heimliga ídnaðin.

Sosialurin