Oddagrein:Orðaskifti og framtíð

NÚ bíðað verður eftir úrslitinum av tí triðju boringini eru fleiri farin at seta spurnartekin við gongdina. Hóast politikarar fyri mongum árum síðani góvu oljuleitingini/oljuvinnuni grønt ljós, eru tað mong, ið kenna hesa nýggju vinnu sum nakað duldar- og vandafult. Soleiðis vil tað altíð vera við tí nýggja.

 


Tað var í ringu kreppuárunum, at nógv varð tosað um at fáa samfelagnum fleiri bein at standa á. Lágir fiskaprísir og vánaligur fiskiskapur merktu samfelagið so meint, at dreymurin um eina oljuvinnu gjørdist klárvakin. Síðani hava náttúran og gerandisdagurin verið okkum til vildar og skapt høgan livifót og arbeiði til allar hendur. Tørvurin í løtuni at fáa samfelagnum fleiri nýggj bein at standa á er tí ikki heilt tann sami. Tó vita vit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða. Tað er eisini við hesi framtíð fyri eygað, at vit eru farin at vita, um ríkidømi finst í undirgrundini. Og skilagott er borið at, tí samfelagið hevur enn ikki gjørt stórar íløgur í nakað vit enn ikki vita er tilsteðar. Ístaðin hava vit ment okkara egna førleika soleiðis at tað hevur eydnast á ein stýrdan hátt at fáa útlendsk feløg at gera íløgur í leiting eftir umrødda ríkidømi. Hertil og ikki longur eru vit komin.


Tað eru so tey, ið vísa á, at vit longu áttu at havt fyrireikað okkum til nýggju avbjóðingina, og summi bera ótta fyri, at vit longu eru ov sein á sjóvarfallinum. Í samrøðu við blaðið herfyri gjørdi kvinna, ið hevur gjørt serritgerð um sosial árin av oljuvinnu, greitt, at longu vónirnar til eina slíka vinnu bera broytingar og avbjóðingar við sær. Hvussu og ikki so er skilagott og rætt at fáa eitt orðaskifti - ein dialog um hesi viðurskifti nú. Kanska longu um nakrar fáar dagar ella vikur er greitt, um vit eru vorðin ein verulig oljutjóð, og tað er út frá tí sannroynd, at vit mugu seta út í kortið tvs. spyrja okkum sjálvi, hvat vit vilja víðari. Tað liggur so eisini í kortunum. Hvat vit enn halda um einstøku niðurstøðurnar so var sendingin í SVF mánakvøldið eitt gott íkast til umrødda orðaskifti. Vit mugu tola, at fólk eru besøgin og leggja fram víttgangandi sjónarmið. Politikarar eiga at hava breiðan rygg og venda kritikki til nakað skilagott. Hvør einstakur av okkum hevur nakað gott uppá hjarta, og tað er hetta vit skulu prioritera og dyrka. Eisini fáa nakað positivt burtur úr tí negativa og tí krittiska.


Fyrispurningur er settur á tingi um málið, og tað er eisini gott, hóast adressan kundi verið eitt sindur breiðari. Hvat kann ein oljumálaráðharri siga um sosial árin! Nettupp tað vísir, hvussu komplext málið er, men harfyri er ikki sagt, at tað ikki ber til at loysa upp fyri tí og fáa nakað gott burtur úr.


Sosialurin