Í einum fólkaræðiligum landi er endamálið hjá fjølmiðlunum eisini at hava eitt vakið eygað við teimum, sum hava valdið. Tá tey gera nakað, sum ikki er rætt, ella tilvitað seta sannleikan til viks, eiga tey at ábyrgjast gerðir sínar.
Treytin fyri, at fjølmiðlar kunnu fremja endamál sítt í verki, er frælsi - frælsi frá teimum, sum hava valdið, frælsi frá kapitalinum og frælsi frá politiskum flokkum, tí trúvirðið er grundarlagið undir tíðindaflutninginum í bæði í teimum prentaðu og í teimum elektronisku fjølmiðlunum.
Við grundarlagi í trúvirðinum varð leikluturin hjá amerikanskum fjølmiðlum nógv umøddur í útlendskum fjølmiðlum á "pressufrælsisdegnum". Serliga kríggið í Irak, og tað, sum ikki kemur fram til amerikanska almenningin, tí amerikanskir fjølmiðlar tilvitað offra sannleikan. Nógv av tí, vit sóu í ymiskum sjónvarpsrásum, varð ikki víst í amerikanskum fjølmiðlum, sum tóktust fjala misgerðirnar hjá amerikanskum hermonnum í Irak.
Tað er kortini ikki neyðugt hjá okkum at leita handan hav fyri at umrøða støðuna hjá fjølmiðlunum, sum skulu vera grundstólpar undir fólkaræðinum. Vit kunnu neyvan siga, at føroyskir fjølmiðlar tilvitað fjala sannleikar. Støðan er meira hon, at føroyskir fjølmiðlar hava ikki neyðuga orku og umstøður at viðgera samfelagslig viðurskifti til fulnar.
Tí fara hendingar fram, sum ikki síggja dagsins ljós. Fjølmiðlarnir røkka ikki nóg langt, og føroyska samfelagið er ikki so gjøgnumskygt, sum eitt fólkaræði eigur at vera. Bara trupulleikin at fáa alment inntlit hjá ráðum og stovnum eru dømi um tað.
Men henda støða tykist ikki órógva føroyskar politikkarar. Tvørturímóti tykist myndugleikin vera tigandi samdur um, at fjølmiðlarnir ikki skulu hava tær arbeiðsumstøður, sum teir í framkomnum fólkaræðiligum landi eiga at hava, um teir skulu røkka endamálinum at hava eitt vakið eygað við teimum, sum sita við valdinum umframt at liva upp til sínar public service skyldur. Allir miðlar her á landi hava stóran týdning fyri varðveitan av mentan og identiteti og fyri einum mennandi orðaskifti, undir ábyrgd.
Av ótta fyri góðum og vælvirkandi fjølmiðlum, sum hava orku og umstøður at kanna og viðgera skeivleikar, órættvísi og meira og minni duldar framferðir í føroyska samfelagnum, tykist at vera tigandi semja millum politikkarar um, at bløðini skulu ikki hava stuðul til útbering og at hvørki sjónvarp ella útvarp skulu hava játtan til rakstur, so fjølmiðlarnir kunnu menna seg meira og hava ein betri tíðindaflutning.
Sjálvandi skulu fjølmiðlafólk taka íegnan barm og gera sítt til, at miðlarnir eru so góðir og álítandi sum tilber. Men nú pressufrælsisdagurin fór aftur um bak, kunnu vit seta spurnartekin við, um politikararnir hava áhuga í ella tora at hava eina sterka og frælsa pressu í Føroyum! Komandi fíggjarlóg er merkt av andstøðu móti bæði loft- og skrivandi miðlum. Slíkt tænir hvørki okkara demokratii ella samfelagnum.
Sosialurin