Oddagrein· Sisulu

-Eitt Guds undur, kallaði gitni nigerianski yrkjarin, Ben Okri, Walter Sisulu, sum varð jarðaður leygardagin hin 17. mai í ár. ?Ein eyðmjúkur og ósjálvsøkin maður, nevndi Mandela hann. Fáur hevur sum Walter Sisulu havt so stóra ávirkan á sína tjóð og sína tíð. Trý stórmenni stóðu á odda fyri ANC í hálva øld, Oliver Tambo, Walter Sisulu og Nelson Mandela. Nú er Mandela einsamallur eftir.

Walter Sisulu, sum var farin um tey níti, nú hann andaðist, gjørdist blaðungur námsarbeiðarari í Johannesburg. Hvít rasisma, langir og stravnir arbeiðsdagar í myrkrinum heilan fjórðing undir jørð og tungar nætur í ótespiligum blikkbarakkum uttan nakað slag av hentleikum elvdu til eina politiska tilvitan, sum fylgdi honum alt lívið. Hann fór undir at skipa fakfeløg fyri námsarbeiðarar og undir politiskt virksemi. Seinni gjørdist hann hjálparmaður í einum matstovukøki í London, alt meðan hann helt fram við sínum politiska virksemi.

Eftir annan heimsbardaga øktiskt rasisman í Suðurafrika og flokkurin, sum hevði apartheid í skildri fekk valdið. Valdsharrarnir settu í verk tær illa gitnu passlógirnar, sum dagliga kendust sum ein grov eyðmýking av svarta og litaða fólkinum í Suðurafrika. Walter Sisulu, sum tíðliga gjørdist limur í ANC, stóð saman við øðrum góðum fólki á odda í stríðnum móti hesum og øðrum óflýggjaskapi hjá hvítu stjórnini. Í 1949 gjørdist Walter Sisulu aðalskrivari í ANC, og tað var hann, ið so at siga vakti Mandela til stríð móti apartheid. Seinni varð hann handtikin og sat 26 ár í fongsli á Robben Island.

Stríðið móti apartheid var hart og drúgvt. Tað var vunnið takkað verið monnum sum Walter Sisulu og ikki minst takkað verið tí stuðli sum antiapartheidrørslurnar fingu frá eitt Norðurlondum. Nú er Sisulu farin og fimtitúsund fólk fylgdu honum frá Orlandostadion í Soweto. Men minnið um hendan heiðurs- og stríðsmann fer at liva leingi í huganum á øllum demokratiskum hugsandi menniskjum víða um heimin.

Sosialurin