Tað var í 1989, at Óli Petersen gjørdi ta fyrstu veruliga føroysku teknirøðina: Stavnur og Snar. Ì samrøðu við útvarpið bjóðaði hann prentaðu miðlunum at keypa røðina og prenta hana. Tað skuldi ikki meira enn hálvtalað orð, so varð áfast millum henda dugnaliga og gløgga teknara og Sosialin. Blaðið tók av tilboðnum at prenta teknirøðina men víðkaði samtíðis samstarvið til eisini at fevna um aktuellar tekningar á baksíðuni. Hetta skuldi so blíva byrjanin til eitt livandi og lívlangt samstarv, sum til dagin í dag fevnir um meira enn 2500 tekningar.
Fyri at geva øllum Føroya fólki møguleikan at ogna sær hesar tekningar varð gjørt av at geva tær út í bók. Fyrsta bókin kom út í 1989, og so hevur tað gingið slag í slag. Fríggjadagin kemur so út 17. bólkin í røðini av SKEMT.
Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku í Miðlahúsinum fríggjadagin 2. desember klokkan 16. Óli P verður hjástæddur og verður lagt upp til eina hugnaløtu við tónleiki, røðum og práti.
SKEMT O5 er so eisini nakað fyri seg. Óli P verður 70 ár í januar mánað, og tí hava vit gjørt meira burtur úr bókini hesaferð. M.a. eru greinar um teknaran og tekningarnar. Teir, ið skriva, eru Tórbjørn Jacobsen, Jørn Astrup Hansen og Signar Heinesen.
Øll eru vælkomin inn á gólvið í Miðlahúsinum fríggjadagin klokkan 16 at síggja og ogna sær nýggju bókina og at heilsa uppá teknaran.
Sosialurin