ODDAGREIN: Sleppið einari grind útaftur

Vit hava sagt tað fyrr, og vit kunnu end­ur­taka tað, at grinda­dráp­ið, sum vit hava kent tað í øld­ir, helst er á veg í søg­una. Men tað er ikki end­i­lga tí, at tað skal enda so.

Men so­leið­is sum vit hátta okkum – bæði yv­ir fyri egn­um lækna­lig­um mynd­ug­leik­um, móti útlendingum, sum ikki duga at skilja hesa ment­an okk­ara – og ikki minst móti okk­ara egnu vís­ind­a­fólk­um, so skapa vit fortreytirnar soleiðis, at tað helst ikki kann enda við øðrum enn, at grindadrápið fer í søguna.

Tað nyttar einki, at vit siga, at so­leið­is hava vit gjøt í tús­und ár, tí um vit ikki kunnu leggja prógv á borð­ið um, at veið­an er burð­­ar­dygg, so kann alt gera tað sama. Og tað nytt­ar ikki at gera sum í fisk­i­vinn­uni, at grind­a­menn vita best, tí tað gera teir als ikki. Eing­in veit, hvussu stór­ur stovn­urin er, og tí er tað av størsta týdn­ingi, at hann verð­ur kann­aður.

Bjarni Mikkelsen, sum er lív­frøð­­ing­­ur á Nátt­­úr­­­u­grip­a­savn­i­num sig­­ur í blaðnum í dag, at tey hava ver­ið klár í 11 ár við sendarum at seta á eina grind, fyri at kunna kanna, hvussu grindin ferðast. Men tey sleppa ikki. Sýslumenn og grind­amenn vilja ikki lata nátt­úr­u­grip­a­savni fáa eina heila grind at merkja, fyri síðani at sleppa øll­um hvalunum útaftur. Atlitið fyri lakaíløtunum og grýtunum er størri, enn fyri at veita vísindunum ta hjálp, sum kundi bjargað okkum hendan partin av mentanini, so grind­a­drápið ikki fór í søguna, tí at onn­ur halda okkum veiða hótt djór­a­slag.

Men hetta er kanska føroyska sam­fel­ag­ið í ein­um nøtuhylki: Eing­in skal koma her og siga okkum, hvar skáp­ið skal standa. Tað vita vit best sjálvir...

Og Bjarni Mikkelsen hevur eitt gott po­eng, táhann sigur, at við at gera meira burt­ur úr at granska grind, so kann tað vera ein góður trumf­ur mót­veg­is um­hvørv­is­fel­ags­skap­um. Á tann hátt kunnu vit vísa teim­um, at vit ikki bara drepa grind, men at vit eisini granska í grind­ini.

Tað kann so bara gagna okkum, at vit taka slík stig, sum gevur okkum væl­vild úti í heimi. Ikki minst nú, tá fleiri umhvørvisfelagsskapir hava boðað frá, at teir ætla sær hig­ar í summar. Og teir høvdu heilt víst tikið tað eitt sindur róligari, um tey tíð­indi nú bórust, at før­oy­ing­ar hava slept eini heilari grind útaftur – við sendarum – til gransk­ing­ar­enda­mál.

Eitt er vist, eingin fer at granska grindina fyri okkum. Gera vit tað ikki sjálv, so verður tað ikki gjørt. Og verður tað ikki gjørt, so verður tað orsøkin til, at grindadrápið um fá ár fer í søguna.