Hvønn týdning hann fekk, kunnu vit bara ímynda okkum. Men vit kunnu
heldur ikki annað enn ímynda okkum, hvussu stóran týdning okkara fyrsti
undirsjóvartunnil fer at fáa fyri føroyska samfelagið. Men nú kunnu vit
staðfesta, at tríggjar oyggjar afturat eru bundnar saman.
Gongur sum ætlað við Norðoyatunnlinum verða seks oyggjar bundnar saman
um eini fýra-fimm ár. Og tá skuldu virkis- og trivnaðarmøguleikarnir hjá
flest øllum føroyskum fyritøkum verið so góðir sum ongatíð áður.
Harafturat verða vinnu- og flutningsmøguleikarnir hjá 80 prosentum av
fólkinum so góðir sum teir nú einaferð kunnu gerast.
Hava vit so í huga, at vit hava fingið eina nýggja ferju at sigla millum
Streymoynna og Sandoynna, at nýggja ferja til Suðuroynna er í gerð, at
nýggj ferjulega skal gerast í Kallsoynni, ja, so manglar okkum bara at
fáa tíðarhóskandi skip at sigla í Kalsoynna og um Svínoyar- og
Fugloyarfjørð. Tá hesar ætlanir væntandi eru framdar um nøkur ar, kunnu
vit ikki klaga.
Meðan vit enn eru í gleðisróminum kunnu vit ikki annað enn fegnast um,
at alt gekk so væl, tá Vágatunnilin alment lat upp í gjár, hóast skráin
var sein á veg. Veitslurómurin var stórur og tað skilst, at allar
veitslurnar vóru góðar. Bæði tann á flogvøllinum, á hotellinum,
SÍF-húsinum og so tann fínara veitslan í høllini á Giljanesi.
Bert spell, at tá so stór veitsla verður hildin, at arbeiðsfólkið - teir
og tær, sum hava gjørt tunnilin - ikki vórðu bjóðað við til ta stóru
veitsluna. Tað sama er at siga um manningarnar á ferjunum, sum hava
siglt um Vestmannasund. Slíkt líkist ongum, men hetta hendir ferð eftir
ferð.
Til á midnátt kundu so fólk koyra ókeypis. Men hetta var ikki tí, at
p.f. Vágatunnilin helt, at nú skuldi hann bjóða fólki ein ókeypis túr at
royna tunnilin. Nei, hetta var tí, at eingir kubbar vóru eftir.
Nú skulu vit minnast til, at vit skattgjaldarar - tú og eg - hava goldið
tveir triðingar av kostnaðinum. Tí hevði tað ikki verið annað enn rætt
og rímuligt, at landsstýrið og nevndin fyri tunnilin komu ásamt um, at
tað var ókeypis at koyra hesa vikuna og til sunnukvøldið. Um ikki annað,
so hevði tað verið ein lítil jólagáva til skattgjaldararnar, sum bæði
gjalda hetta og tað fínara gildið!
Sosialurin