Ikki hissini ágangur, sum uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna hjá føroyingum fær.
Tað er bara ein møguleiki at stytta arbeiðsvikuna í Føroyum. Og tað er at gera, sum vit altíð hava gjørt, við lóg at stytta arbeiðsvikuna.
At arbeiðsgevarar hveppast við er sín søk, tí tað kostar teimum pengar. Verkafólk og fakfeløg taka sjálvandi undir við einum slíkum uppskoti. Tí var tað ikki sørt margháttligt at hoyra formanninum í Skipara- og Navigatørfelagnum tosa ímóti uppskotinum herfyri og tosa søk arbeiðsgevaranna heldur enn søk verkafólksins og fakfelaganna.
Tað er eisini margháttligt at hoyra borgarstjórar tosa ímóti at stytta arbeiðsvikuna og harvið tosa ímóti áhugamálinum hjá arbeiðsgevara sínum, fólkinum, veljarunum.
Men at fyrigykla fólki, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í samráðingum um løn eiga at stytta arbeiðsvikuna, tað er fullkomiliga misskilt. Tí tað hendir ikki og er ikki hent.
Vit kunnu taka sum dømi, tá arbeiðsvikan var stytt úr 48 tímum niður í 44 tímar. Tað var gjørt við lóg í 1964, tá Hákun Djurhuus, formaður Fólkafloksins, var løgmaður. Tað var gjørt púra greitt í lógini, at arbeiðsvikan varð stytt – uttan at tað skuldi føra til lønarlækking. Løntakarin skuldi hava somu løn fyri 44 tíma arbeiðsviku, sum hann fekk fyri 48 tíma arbeiðsviku, og tímalønin skuldi síðani hækka tilsvarandi.
Í 1970 samtykti Løgtingið at stytta arbeiðsvikuna úr 44 tímum niður í 42,5 tímar, og í 1978 samtykti Løgtingið enn einaferð at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Hesaferð varð arbeiðsvikan stytt frá 42,5 til 40 tímar – í báðum førum aftur uttan at tað skuldi ávirka lønina, og aftur var tímalønin hækkað tilsvarandi. Í 1970 sótu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrísflokkuriní landsstýrinum, Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum var løgmaður. Í 1978 sat Javnaðarflokkurin við borðendan í Tinganesi saman við Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.
##med2##
Borgarliga samgongan í 2011 kollvelti privatu pensjónsskipanirnar við at forskatta pensjónirnar. Tað var eisini gjørt uttan um partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Nú er tað ein spurningur, um arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera tað ikki – og tað skulu teir ikki, og tað plaga teir ikki. Tað er Løgtingið sum eigur uppgávuna at stytta arbeiðsvikuna. Vit kunnu vera ósamd um at stytta arbeiðsvikuna. Men tað er søguliga prógvað, at Løgtingið eigur uppgávuna!
TRÝST HER fyri at síggja lógina um 44 tímar arbeiðsviku.
TRÝST HER fyri at síggja lógina um 40 tímar arbeiðsviku
Soleiðis stendur í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar:
»Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg.«