Tjóðveldisflokkurin hevur sett dagsskránna í fullveldismálinum hetta valskeiðið og er tað orsøkin til, at man ivaleyst ongantíð síðan heimastýrislógina er komin so stutt á sjálvstýrisleið í einum valskeiði, sum í tí brátt farna. Javnaðarflokkurin sendi fyrr í hesum valskeiðnum út faldara um sítt uppskot til sjálvstýrislóg. Spurningurin er um ikki flokkurin, nú tá samráðingarnar við donsku stjórnina eru lidnar uttan at Landsstýrið torir at koyra úrslitið til fólkaatkvøðu, eigur at gevast við at sita í bakhond. Flokkurin kundi kanska sum størsti andstøðuflokkur kallað allar hinar flokkarnir til fundar, ein og ein, fyri at vita hvørjum pørtum av uppskotinum til eina sjálvstýrislóg hesir kunnu taka undir við. Hetta kundi so hjálpt flokkinum og øðrum flokkum at snikka saman eina breiða semju, ið allir flokkar uttan ein høvdu kunnað tikið undir við - ilt er at síggja, at Tjóðveldisfl. og Sambandsfl. kunnu taka undir við sama uppskoti. Ivasamt er, eftir at hava sæð arbeiðsháttin hjá teimum eitt nú í Uttanlandsnevndini, um eitt uppskot frá Tjóðveldisfl. kann samla breiðan meiriluta, og løgið er, at Fólkaflokkurin ikki hevur ásannað hetta - ella kanska hevur hann tað í evstu løtu?
Í eini búnari demokratiskari skipan er tað ikki altíð stjórnin, ið kemur við uppskotum til loysnir. Um Javnaðarfl. tók stig til fundarrøð hevði verið spennandi at sæð um samgonguflokkarnir høvdu verið vaksnir nokk at medvirka konstruktivt. Føgru orðini um breiðar semjur og sakligt orðaskifti røkka ikki altíð so langt, tá á stendur. Tað vísir seg, at allur kritikkur av fullveldismálinum verður kveistraður til viks av varaløgmanni sum partapolitiskt kegl. Løgið er, at einasti flokkur í Føroyum og ivaleyst í allari verðini, ið ikki førir partapolitikk, er Tjóðveldisfl., ið eftir øllum at døma sum tann einasti hevur innlit í onkran óreingiligan sannleika. Tjóðveldisfl. vil eftir øllum at døma koyra solo í fullveldismálinum, ið vit síggja tað við tí skuggaspæli, ið gongur fyri seg í Tinganesi í dag. Spurningurin er, um tíðin ikki er búgvin til eitt javnaðarútspæl, ásannandi at møguleikin fyri breiðari semju um eitt tjóðveldisuppskot í besta føri er lítil. Kanska síðstu útmeldingarnar frá løgmanni gera hetta óneyðugt - livst so spyrst.
Sosialurin