Tað snýr seg um eina mentanarpolitiska ætlan fyri tíðarskeiðið 2002-2006. Hetta álit kemur í kjalarvørrinum á øðrum frágreiðingum, sum eru gjørdar um mentanarviðurskifti og ?politikk. At nógv orka er løgd í hetta arbeiðið, og at tað eisini byggir á undanfarnar frágreiðingar og loksins setir ljóskastaran á alt málið á ein meira ítøkiligan hátt enn nakrantíð áður, kunnu vit bert fegnast.
Nú er ætlanin, at aðalorðaskifti skal vera á tingi um frágreiðingina. Vónandi fara tingmenn og flokkar ikki at halda fast um gamlar fordómar og vanahugsan um mentan og list, soleiðis sum vit tíanverri alt ov oftani eru vitni til. Um at hetta er ikki nakað, sum samfelagið skal brúka pengar uppá. Tað er sjálvandi spell, at henda frágreiðing og ætlan verður løgd fram beint uppundir eitt val. Hinvegin eigur tað ikki at minka um virðið og innihaldið og enn minni intentiónina við henni, nevniliga at stuðla og gagna teimum fólkum her á landi, sum vilja brúka síni evni og sítt lív til mentan og list.
Tosað verður um at seta av 24 mill. kr. komandi 5 árini til umrøddu ætlan. Hesum eiga allir tingmenn á Føroya løgtingi at kunna taka undir við. Hetta er at meta sum ein týðandi íløga eins væl og tær íløgur, sum í hesum døgum verða gjørdar í tunlar, skip og vegir. Øll hesi tingini hava týdning fyri okkum øll, og tí má tað ikki henda, at ein meiriluti av flokkunum antin boykottar ella forðar fyri slíkari menniskjansligari og samfelagsligari íløgu sum átøk á mentanarøkinum í veruleikanum er. Hetta er eitt alt ov týdningarmikið mál til at verða kveistrað av borðinum sum valagn fyri ein ávísan flokk. Eingin flokkur og eingin politikari eigur mentanina og listina. Hana eiga vit øll. Hana fáa vit øll gleði og íblástur av. Tí er hetta ikki ein flokspolitisk avgerð um at taka undir við hesi ætlan ella ikki. Tað er gott, at politikarar og embætisfólk hava lagt nógva orku í hetta mál.Við hesum hava teir rudda slóð, soleiðis at øll onnur kunnu vera við til at fremja slíka íløgu í felag. Soleiðis at øll kunnu siga seg eiga æruna av henni. Hetta er politikkur, tá hann er bestur.
Tí skal tað vera vón okkara, at allir flokkar á tingi væl og virðiliga kunna seg við frágreiðingina og við opnum sinni viðgera hana á tingi.
Sosialurin