.
Føroyska náttúran er stórbar og hugtakandi. Hetta ger, at vit kanska í tí dagliga ikki geva okkum far um, at náttúra okkara ikki er "stór". Hon er í roynd og veru lítil, soleiðis at skilja, at hon tolir ikki nógv av. Menniskjan við sínum ótroyttiliga virkisfýsni ávirkar alla tíðina nátturu og umhvørvi. Við vatnorkuútbyggingina fingu vit reina orku, víst so. Men samstundis hvurvu stór og rík náttúruøki, sjáldsamar urtir hvurvu med alla, og fuglasløg í hópatali mistu síni livistøð. Vit kundu nevnt mong onnur dømi um, at framburður kostar náttúruni dýrt. Seinasta dømið er Lítlihólmur á Trongisvágsfirði. Onnur dømi er tann stóra útstykkingin hjá Tórshavnar býráð í Hoyvíkshaganum. Øll unna vit teimum ungu at seta búgv, men vit hugsa ikki um prísin, nevniliga, at eitt hitt ríkasta øki til heiðafugl í landinum hvørvur eftir einum degi so at siga. Vit kundu hildið fram: vegagerð, havnagerð, útstykkingar, frárensl í vøtn og áðir ? alt terur uppá náttúruna. Fyri ikki at tosa um alt fóðurið frá alingini, ið er við til at dálka firðir og sund.
Tað er tí sera umráðandi, at vit læra at fara væl um tað, sum eftir er. Í hesum høpi er uppvaksandi ættarlið lykil til hugburð, ið fevnir um náttúru- og umhvørvistilvitsku. Av hesi orsøk eiga vit at fegnast um, at vit eiga fólk, sum virka fyri øktari tilvitsku um náttúru og umhvørvi. Men tað er ikki nóg mikið, at einstaklingar og feløg eru virkin. Hetta er eisini og ikki minst ein uppgáva hjá foreldrum og skúla. Tað er tí at vóna, at slíkar sendingar, sum tann vit her hava sipað til, fara at fáa foreldur og skúlafólk til at gera teirra besta til tess at venja børn og ung at fara væl um og vera góð við okkara náttúru. Tað er so satt sum ofta sagt, at nátturuna hava vit bert til láns frá okkara eftirkomarum. Hetta eiga øll at hava í huga. So halt fram Finnbogi. Spírar tínir geva og fara at bera ávøkstur. Kanska onkrir av okkara politikarum hava hoyrt tín boðskap og taka hann til sín. Miðlarnir eru til fyri m.a. at byggja brýr og fáa boðskapir og góð mál út til fólkið og politisku skipanina. Hetta málið eigur ikki at vera undantakið, heldur regulin.
Sosialurin