Tann ovurstóri áhugin at keypa gevur eina sera týðuliga ábending um, at fólksins ogn í hesum føri varð seld ov bíliga. Vinnararnir eru sjálvandi tey mongu, sum hava keypt partabrøv. Men einamest tey í størra bólkini - ríkaru og stóru íleggjararnir.
Taparin er Landskassin - tú og eg. Fyrstu partabrævahandlarnir vísa, at sølukursurin á 189 DKK helst hevur verið ov lágt settur. Og er munurin veruliga so stórur 20-25%, er talan um fjórðings milliard sum er latin íleggjarum fram um landskassan.
Vit skulu sjálvandi hava í huga, kurssveiggini kunnu vera ónormal fyrstu tíðina, eitt partabræv er á marknaðinum, og tí nýtist munurin ikki varandi at verða so stórur. Men hetta er í øllum førum bensin á bálið hjá teimum kritisku røddunum, sum støðugt hava ført fram, at bankin - fólksins ogn - verður avreidd alt ov bíliga.
Komandi dagarnir fara at vísa, hvussu leikur fer.