Oddagrein: Vittuggið í Moskva má steðgast!

Tað er í veruleikanum óhugnaligt at stað­festa, hvussu væl vit duga at finna okkum um­ber­ingar fyri einki at gera – tá tað snýr seg um at sæta okkum sjálvum.

 

Kríggið í Ukraina er eitt gott dømi um tað. Um hvussu vesturheimurin letst at hava sam­huga við ukrainska fólkinum, utt­an tó at gera alt tað, sum vit eru ment fyri at steðga øra vitt­ugg­i­num í Moskva, sum drep­ur frá hond í einum landi, sum hann vil hava.

 

Tað er eingin umbering fyri Russland. Og tað eru ongar umberingar fyri ikki at taka alt frá russum og Russlandi og forða stóra og mannafíggindaliga landinum í øll­um, sum vit kunnu forða teimum í.

 

Um vit sóu ein óðan mann og gøtuni drepa frá hond, so høvdu vit gjørt alt vit kundu til tess at steðga honum. Men tað gera vit ikki, tá tað snýr seg um Putin og Ukraina. Vit finna upp á allar møguligar um­ber­ing­ar. Onk­ur føroyskur politikari tos­ar um »ó­semj­una millum Russland og U­kraina«. Halló, »ein ósemja?«

 

Eitt ørt apparat í Moskva hevur sent ung­ar dreingir út at drepa. Nú sita tús­und­tals ungir russarar svangir og kaldir í upp­steðg­að­um russiskum stríðsvongum – og helst bíða, til teir sjálvir verða dripinir, tí øri mað­ur­in í Moskva ikki vil kalla teir heim.

 

Hvat kunnu vit so í Føroyum gera? Eh,  vit selja russarum nógvan mat. Vit kunnu ikki taka matin frá sakleysum russarum. Vit kunnu ikki forða ósekum russiskum sjó­monn­um at koma í føroyskar havnir. Vit skulu ikki fara í front, vit bíða eftir hin­um. Vit bíða eftir Evropa, vit bíða eftir Nato, vit bíða eftir ES. Eg meini tað, bíða, bíða, bíða.

 

Tað gevur kanska ikki tað stóru mein­ing­ina, at Føroyar fara í óðum verkum. Men vit eiga at vera við. Vit eiga at viðganga, at vit kunnu ikki handla við Russland. Vit eiga at viðganga, at vit kunnu ikki tæna russkum reiðaríum og russiskum sjó­monn­um í føroyskum havnum. Vit skulu einki hava við russar og Russland at gera. Vit eiga at senda allar russar til hús.

 

Vit og vesturheimurin eiga at kvetta alt sam­starv við Russland, so leingi hatta øra vitt­ugg­ið situr við valdið í Moskva. Vit skulu ikki aftur enda í søgubókunum sum svik­a­fullu grannarnir, sum ikki rættu hond frá síðu, men lótu Vlademir Putin drepa frá hond. Hatta blóðdálkaða bølmenni má steðg­ast, og tað eigur heimurin at klára so ella so! Tað snýr seg ikki um okkum, men um eitt fólkadráp í einum grannalandi.