Oddaliðið tapti í Runavík

Fótbóltur: Botnliðið NSÍ vann óvæntað á oddaliðnum KÍ á Eystanstevnu

KÍ var einsamalt á odda í 2. deild undan dystinum í Runavík leygarkvøldið. Misjavnt er, hvussu næstbesta liðið hjá NSÍ hevur staðið seg higartil í kappingini, og tey flestu væntaðu helst, at klaksvíkingar fóru at vinna stevnudystin, men so varð ikki.

Fyrri hálvleikur av dystinum var rættiliga javnur. Bæði liðini spældu seg fram til nakrar góðar málmøguleikar, men bert eitt mál spurdist burturúr fyri steðgin. Hetta málið fingu runavíkingar, tá fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin, og tað var Dagfinn Olsen, sum skeyt tað málið.

Vóru spælararnir á báðum liðum eitt sindur meiri neyvir, so vóru fleiri mál komin í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki broyttist myndist fullkomiliga. NSÍ hevði næstan alt spælið, og leikararnir hjá KÍ virkaðu pøstir, og ein hevði varhugan av, at Norðoyarstevnan hevði verið teimum nakað strævin. Hinvegin orkaðu leikararnir hjá NSÍ væl, og teir gjørdu sær nú dælt av vantandi orkuni hjá klaksvíkingum.

Evnaríki Sonni Petersen syrgdi fyri, at allur spenningurin fór úr dystinum. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki bleiv hann spældur fríur av Dann Knudsen, og Sonni hevði lætt við at seta innarusíðuna á bóltin, so at hann fór í málið. Bert fýra minuttir seinni var Sonni aftur upp á spæl. Ein bóltur verður sendur høgt inn í KÍ-brotsteigin úr vinstru síðu, og har er Sonni hægstur og setur høvdið undir bóltin, so at hann fer í mál til 3-0 leiðslu til heimaliðið.

Hóast Ove Nysted um miðjan seinna hálvleik minkaði um munin fyri klaksvíkingar, so bleiv ongantíð spenningur aftur í dystinum, tí løtu seinni økti Harry Knudsen aftur um leiðsluna fyri runavíkingar, sum sostatt vunnu dystin 4-1, og harvið traðkaðu í fótasporunum hjá 1. Liði hjá NSÍ, sum beint áðrenn hevði vunnið stevnudyst í 1. deild móti B36.