Vit vilja hervið ynskja Atlantic Petroleum tillukku við merkisverda degnum, og verður tað spennandi at síggja, hvussu fer at hildnast hjá hesum felagi á virðisbrævamarknaðinum, sum fyrsta skrásetta føryska felag á virðisbrævamrknaði Føroya.
Tað verður spennandi at síggja, hvussu føroyingar fara at taka virðisbrævamarknaðin til sín. Íløgumentanin í Føroyum hevur í tí farna verið merkt av, at fólk sita á sínum partabrøvum, heldur enn at keypa og selja í stóran stíl. Seinnu árini hava t.d. Framtaksgrunnurin, Notio og Tryggingarfelagið merkt tær stóru partabrævatransaktiónirnar mangan við tilhoyrandi partaeigaraavtalum, so ikki kann sigast, at vanligi føroyingurin sum íleggjari hevur havt nógv incitament til at gera íløgur seinnu árini. Eitt undantak til hetta kann tó verða júst Atlantic Petroleum, ið nú verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Hetta felag er nevniliga merkt av nógvum smáum partaeigarum fyriuttan teir stóru stovnarnar av felagnum.
Virðisbrævamarknaðurin kann síggjast sum eitt eksperiment, sum nú tíbetur verður útført við einum privatum felagi, heldur enn einum almennum. Verður útfallið gott, so kunnu vit føroyingar frøðast um tað, og Atlantic Petroleum fer í søguna sum eitt undangongufelag, hvat tað ivaleyst er undir øllum umstøðum.
Vit hava her á hesum stað verið skeptisk viðvíkjandi einum føroyskum virðisbrævamarknaði. Ein av orsøkunum er talið av transaktiónum, ið neyvan kann gerast serliga stórt, og eitt annað er, hvussu man fer at fáast við at ansa eftir insidara problematikkinum, har betri vitan enn marknaðurin, sokallað insidara vitan, kann verða grundarlag undir insidarahandlum. Eitt annað, ið kann tykjast ivasamt er, hvørt tað er snilt at knýta seg uppí tann íslendska marknaðin. Tað er eingin loyna, at íslendski búskapurin er ekspanderaður nógv seinnu árini, og at lántøkan hevur verið ovurhonds stór, soleiðis at samlað uttanlanda skuldin pr íbúgva í Íslandi er hægr enn hon nakrantíð hevur verið í Føroyum. Hvussu vard eru vit, um Íslendski búskapurin fær eitt bakkast? Kann hetta ávirka føroysku feløgini, ið verða skrásett undir íslendska partabrævamarknaðinum? Finnbogi Ísakson hevði fyri ikki so langari tíð síðani eina grein um íslendska búskapin í Tinghelluni, og gav henda greinin nógv at hugsa um.
Hvussu er og ikki, so vil ein virðisbrævamarkanður gera, at føroyingar fara at fylgja betur við vinnuni og kanska eisini íslendska búskapinum. Sigurð Poulsen stjóri á Virðisbrævamarknaði Føroya roknaði við, at virðisbrævamarknaðurin fer at gera, at fjølmiðlar fara at fokusera meir á vinnumál. Vit ætla so ikki at lata okkara part liggja eftir, og tí hava vit eisini byrjað vinnusíður í blaðnum og vilja gera meir burturúr hesum í framtíðini.
Sosialurin